Viðmerkingar til útsøgnina hjá Bill Justinussen um starvsfólk á Landssjúkrahúsinum

Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga harra Bill Justinussen!
Júst heimafturkomin av arbeiðsferð í Norðurnoregi seinastu viku, og eina langa og heldur baldruta heimferð aftur til Føroya við flogafari í vikuskiftinum, varð undirritaða útpurrað sunnumorgun av sjúkrarøktarfrøðingum, sum kærdu sína neyð, tí tey kendu seg niðurgjørd og særd av úttalilsum hjá Bill Justinussen, løgtingsmanni, dagarnar frammanundan, í fjølmiðlunum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Jana Højgaard Dalsgaard, forkvinna


Eftir heimkomuna havi eg sjálv havt møguleika at lesa bløðini, og eg má siga, at eg skilji væl at starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum hava hesa kentsluna.
Í Sosialinum 28. og aftur 29.august 2006 verður Bill Justinussen endurgivin fyri at siga, (citat) : at sjúklingaviðgerðin á Landssjúkrahúsinum er merkt av líkasælu, tilvild og vantandi læknaligum dugnasemi og spyr hann um landsstýrismaðurin í heilsumálum er vitandi um hetta ? Víðari sigur hann:at sjúklingar við álvarsligum sjúkum, verða sendir heim aftur uttan viðgerð av tí at samskifti millum læknar og aðrar starvsbólkar á Landssjúkrahúsinum er ov vánaligt , somuleiðis spyr hann um landsstýrismaðurin veit um hetta?
Sera álvarsligar ákærur! av einum løgtingsmanni og fyrrverandi landsstýrismanni í heilsumálum, sum vit vita, sjálvur í nógv ár, hevur havt møguleika beinleiðis, at gera sína ávirkan galdandi á økinum, og harvið kunna forða fyri stóru áganginum sum hevur verið á Landssjúkrahúsið seinastu árini við ovurhondsstórum skerjingum, sum hava lagt støðið á ta tað er í dag. Bill hevur havt møguleika til beinleiðis, at verða við til at tryggja sømulig kor bæði fyri sjúklingar og starvsfólk.
Sum forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingum, størsta fakbólkinum á Landssjúkrahúsinum, vil eg gera vart við, at tíni úttalilsi, Bill Justinussen, har tú sker øll starvsfólk yvir ein kamb, og leggur tey undir at vera líkasæl og ódugnalig, eru burtur av allari leið, og verða als ikki góðtikin. Tey eru sera niðrandi og ósaklig!
Tað er álvarsligt, lítið virðiligt og sera ósakligt av tær Bill Justinussen at leggja stein omaná byrðu hjá øllum starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum, sum í flestu førum, bæði eru samvitskufull og dugnalig og, eftir førimuni, við givnum umstøðum, royna at gera eitt gott og samvitskufult arbeiði. Nei, harra Bill Justinussen, tú átti at vita, at betur er bøtandi hond enn spillandi tunga! Tað sømir seg ikki fyri teg, at royna, at vinna tær politiskan fyrimun við at traðka á tín næsta ! Hetta er ikki mátin! Vinarliga Bill vís teg nú frá tí góðu síðuni, tín samvitska, og ikki eg, átti at sagt tær, at tú eigur at koma við eini almennari, treytaleysari umbering til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum.
Syrgiligu søgurnar, sum tær vit hava lisið um seinastu dagarnar, eiga ikki koma fyri. Vit eiga øll at taka í egnan barm .At alt kann gerast betur, kunna vit skjótt verða samd um, og er tað tí bæði gott og neyðugt, at varpa ljós á tænastustøðið, og tað eiga vit at gera allatíðina, og vit eiga allatíðina at arbeiða við at betra veranda skipanir, og geva starvsfólkunum neyðugu menningarmøguleikarar.
Fari at enda, at nýta høvið til, enn einaferð at minna tykkum politikarar á, at fyrsta treytin fyri einum vælvirkandi sjúkrahúsverki er ein nøktandi játtan, ein nøktandi, føst normering av vælútbúnum starvsfólki, ið hava nøktandi arbeiðsumstøður og møguleika fyri fakligari menning.
Tá hetta er fingið uppá pláss, kann arbeiðast víðari við gøðskutrygging, akkreditering og nøgdsemiskanningum av føroyska Heilsuverkinum.
Fari hervið at heita á Føroya Løgting, at leggja sær hetta í geyma, og í framtíðini, at vísa størri ábyrgd fyri Landssjúkrahúsinum og teimum, ið har starvast, eisini tá næsta fíggjarlóg verður løgd.
Tórshavn 9. septembur 2006