Á stýrisfundi í SEV tann 16. november 2002, varð semja gjørd um, at undirritaði skuldi taka seg úr nevndini fyri P/f Norðoyatunnilin. Eg var iki hjástaddur á fundinum, men tók undir við avtaluni í telefonini. Sama kvøld ringdi eg til Bjarna Djurholm, landsstýrismann og boðaði honum frá semjuni. Semjan varð eisini send fjølmiðlunum sama dag.
Eftir var so at finna eitt passandi tíðspunkt at fara úr nevndini. Á stýrisfundinum var m.a. árligi ársaðalfundurin í P/F Norðoyartunnlinum nevndur. Tá hetta ikki varð ásett í semjuni, hevur undirritaði eftirlýst einari nærri áseting av hesum.
Tað hevur ikki eyndast at fáa eina greiða ábending um hetta. Nevndararbeiðið í P/F Norðoyartunnlinum skal halda áfram, og stórar avgerðir skulu takast í nærmastu framtíð. Eg gjørdi tí av mikudagin tann 22. januar 2003 at boða Bjarna Djurholm frá, at eg ynskti at verða loystur úr starvi skjótast tilber.
Eitt annað mál, sum varð umrøtt í sendingini, var ógegni mítt í samband við P/F Vágatunnilin. Sagt skal verða frá, at eg ikki havi luttikið í málsviðgerðinií sambandi við P/F Vágatunnilin síðani november 2002.
Á stýrisfundinum tann 17. januar 2003 var eg hjástaddur undir málsviðgerðini. Hetta var eftir, at stýrisformaðurin hevði spurt fundarluttakararnar um teirra hugsan. Eingin ynskti, at eg fór av fundinum, men fleir iynsktu, at eg varð verandi, tí teir høvdu spurningar itl mín. Eg svaraði settu spurningunum.