Viðmerkingar til sendingina Kjakarríið um fosturtøkulóguna 8.apríl 09

Sat við eini kenslu av at vera bumbað aftur í minst 50’ini, tá eg hoyrdi hugburðin hjá serliga fleiri av mannligu luttakarunum í kjakinum

Gjørdist ikki sørt kløkk av teirra sýn á kvinnuna.

Fosturtøkulógin eigur at dagførast, og ongin annar enn kvinnan sjálv eigur at avgera, hvat hon skal og ikki skal. Til allar tíðir hava tað verið orsøkir til, at ein kvinna vil hava fosturtøku, og soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini. Óansæð um lógin bannar fosturtøku. Bann førir til heimagjørdar, óprofessionalar loysnir, sum kunnu forvolda skaða. Tað ber ikki til at blunda og halda, at tá vit lata eyguni upp aftur, ja so er onki, sum eitur fosturtøka. Veruleikanum sleppa vit ikki undan at fyrihalda okkum til.

Skilakonan, Turid Debes Hentze segði í sendingini, at allur problematikkurin í hesum skal takast upp og dagførast. Ábyrgd og álit eru lyklaorð. Og er tað avgerandi at byrja verður frá grundini av. Annita av Fríðriksmørk segði, at upplýsing og aftur upplýsing um fyribyrging skal til. Tað er sagen i en nøddeskal. Børnini eiga longu í barnagarðsaldri at læra um jaligar og neiligar kenslur, soleiðis at tey gerast før fyri at siga frá. Hetta saman við virðing, ábyrgd og áliti, sum verður lagt í tey frá barni av, ger tey betur før fyri at takla kynslívið, tá tann tíð kemur, á skilagóðan hátt. T.d. skulu tey læra, at tað er OK at siga nei, og at eitt nei skal respekterast.

Sagt var, at Felagskapurin Pro Vita fær 150.000 kr árliga á fíggjarlógini. Hendan upphædd og nakað afturat hevði verið betur brúkt til teir lærarar og heilsufrøðingar, sum standa fyri seksualundirvísingini. Soleiðis at hesi sleppa at nema sær serkunnleika á økinum. Læran um heilsugott kynslív eigur at raðfestast hægri. Harafturat eigur upplýsingartilfar og undirvísingartilfar at dagførast. Eisini eigur upplýsingartilfar at vera á føroyskum máli.

Verða kreftir settar inn á at betra um karmarnar viðvíkjandi upplýsing og fyribyrging, verður vunnið inn aftur við einum ungdómi, sum hevur hægri seksuellan debutaldur, sum hevur góða kynsliga heilsu, títtleiki av kynssjúkum lækkar, títtleiki av tannáringa mammum lækkar, og títtleikin av fosturtøkum lækkar.