Viðmerkingar til samrøðu við Jógvan á Lakjuni í tíðindunum á miðdegi 2. oktober

Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara

Í útvarpinum á miðdegi 2. oktober 2005, kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, við nøkrum viðmerkingum til fráboðaða arbeiðssteðgin hjá Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, sum felagið ikki kann lata fara óátalaðar aftur við borðinum. Her eru viðmerkingar felagsins til úttalilsini hjá landsstýrismanninum:

1. Landsstýrismaðurin segði, at tað var ikki satt at Mentamálaráðið ikki vildi samráðast um spurningin, tí tey vildu gjarna "práta" við okkum. Í samráðingunum við Mentamálaráðið og Fíggjamálaráðið strekti Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara seg so mikið langt, at felagið hevði verið nøgt, um mótparturin góðtók, at samráðast um, hvat skal skiljast við eitt undantak frá regluni um 24 næmingar - men eisini tað fekk felagið noktandi svar uppá. So ber sjálvandi til at spyrja, hvat landsstýrismaðurin meinar við, tá hann sigur seg vilja "práta" við Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara um trupulleikan, men tað at "prata" við felagið um trupulleikan er okkum kunnugt ikki tað sama sum at vilja "samráðast" við felagið um trupulleikan.

2. Landsstýrismaðurin segði, at fráboðaði arbeiðssteðgurin var ólógligur. Yrkisfelagið hevur sáttmala við Fíggjamálaráðið, sum sambært ásetingunum í sáttmálanum er sagdur at fara úr gildi 1. oktober 2005. Hóast ongar aðrar ásetingar eru í sáttmálanum hesum viðvíkjandi, valdi Yrkisfelagið at fráboða møguliga arbeiðssteðgin longu 16. august 2005 og eftir at nakrar úrslitaleysar "samráðingar", sum felagið hevði tikið stig til, høvdu verið millum partarnar, var arbeiðssteðgurin endaliga lýstur 1. oktober 2005 - til at koma í gildi 3. oktober 2005 og fyribils vara til 5. oktober 2005. Sostatt hevur Yrkisfelagið fylgt øllum skrivaðum og óskrivaðum reglum á økinum, áðrenn arbeiðssteðgurin varð settur í gildi 3. oktober 2005 - hóast vit onga skyldu hava til at fráboða ein arbeiðssteðg frammanundan, tá sáttmálaloysi er. Um so er, at landsstýrismaðurin meinar, at tann lýsti arbeiðssteðgurin er ólógligur, so hevði tað verið áhugavert at fingið at vitað nær ein arbeiðssteðgur er lógligur.

3. Landsstýrismaðurin segði, at ein flokkur afturat kostar meira enn 1 millión kr. og tað hevur samfelagið ikki ráð til, sum nú er. Hetta er í veruleikanum óviðkomandi, tí Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara hevur ikki kravt, at ein nýggjur flokkur skal setast á stovn í Hoydølum - felagið ynskir eina loysn framyvir, sum ikki fer at kosta eitt oyra í inniverandi fíggjarári. Hartil kemur, at varð ein nýggjur flokkur settur á stovn í Hoydølum 16. august 2005, - t.d. við støði í trimum yvirmannaðum flokkum uppá ávikavist 26, 26 og 25 næmingar hvør, sum støðan tá var í Hoydølum - so hevði tað ikki kostað eina góða millión krónur, sum landsstýrismaðurin segði, men - sambært útrokning Yrkisfelagsins við støði í sáttmálanum - umleið kr. 700.000 yvir tvey fíggjarár. Í fíggjarárinum 2005 hevði tað sostatt kostað umleið kr. 300.000 at stovnsett ein nýggjan flokk í Hoydølum og harav hevði helvtin komið inn aftur í landskassan í skatti - men hetta er sum nevnt ikki eitt av krøvum felagsins.

4. Landsstýrismaðurin segði, at tað ber ikki til at stovnseta ein nýggjan flokk til fýra næmingar. Hetta er misvísandi. Um teir 8 næmingarnir, sum stóðu á bíðilista í Hoydølum, vóru tiknir upp, so hevði ein nýggjur flokkur minkað næmingakvotientin í øllum flokkunum á málsligu deild í Hoydølum - eisini tí nýstavnaða - niður í umleið 22 næmingar, sum eisini eru stórir flokkar. Tað er tí bæði villeiðandi og í stríð við galdandi siðvenju, tá landsstýrismaðurin tosar um tað órímuliga í at stovnseta ein nýggjan flokk til einans fýra næmingar. Í fyrsta lagi tekur hann ikki bíðilistan við í sínar útrokningar og í øðrum lagi nýtir hann 24 næmingar sum minimum í hvørjum flokki, meðan tað er heilt tíðuligt út frá protokollatinum, at 24 næmingar er maksimum í hvørjum flokki. Og í triðja lagi eru kostnaðartøl hansara fyri ein eyka flokk nærum dupult so stór, sum tey, Yrkisfelagið er komið fram til sambært sattmála okkara.

5. Landsstýrismaðurin segði, at sambært protokollatinum í sattmálanum, sum nú er farin úr gildi - sum hann las upp - er tað hann og ikki Yrkisfelagið, sum tekur avgerð um næmingatal í flokkunum. Tað hevur hann sjálvandi púra rætt í. Yrkisfelagið hevur ongantíð hildið uppá nakað annað, men protokollatið ásetur hinvegin nakrar reglur hesum viðvíkjandi, sum vit í fyrsta lagi ikki meta, at hann hevur fylgt og í øðrum lagi er tað júst hetta, sum vit ynskja at útgreina nærri við samráðingum. Hesar reglur snúgva seg ikki um, hvør hevur avgerðarrættin, men tær siga hinvegin nakað um, at landsstýrismaðurin einans í undantaksføri, eftir at Yrkisfelagið hevur havt ætlanina til ummælis, kann taka avgerð um, at fara upp um 24 næmingar í einum flokki. Vit meta t.d. ikki, at undantaksføri kunnu tilrættaleggjast langa tíð frammanundan, sum tað er gjørt í hesum føri, tí undantaksføri eru óvæntaði viðurskifti, sum onkusvegna stinga seg upp. Tað er hetta, sum vit vilja, men ikki sleppa at samráðast um.

6. Landsstýrismaðurin sigur, at fráfall vanliga er í flokkunum og at tað tí kann rættvísgerast at fylla fleiri enn 24 næmingar inn í flokkarnar. Tað er sum um Landsstýrismaðurin, tá hann sigur hetta ikki veit av, at hann er partur av eini landsstýrissamgongu, sum sigur seg hava tað mál, at øll ung í Føroyum skulu hava eina miðnámsútbúgving; tí átti fráfall reint logiskt ikki at verið ein loysn uppá nakað sum helst hjá landsstýrismanninum, men fráfall átti at verið ein stórur útbúgvingarpolitiskur trupulleiki hjá honum og tí landsstýrissamgongu, hann er partur av.

Yrkisfelagið vil at enda gera greitt, at hetta málið ikki snýr seg um tveir næmingar í tveimum flokkum í Hoydølum, men talan er um eitt átak, sum skal forða fyri, at ein skriðja fer á rull, soleiðis at næmingatalið í flokkunum framyvir fer at økjast nógv - til stóran skaða fyri alla ta føroysku útbúgvingarskipanina, sum landsstýrið hevur so stórar ætlanir við í visión 2015. Tað er tað, sum Yrkisfelagið óttast fyri fer at henda.