Eisini fegnast vit um, at farast skal undir ein sosialpolitiskan reform, har ið Almannaskipanirnar skulu háttast soleiðis, at fólk mest møguliga kunnu verða virkin í samfelagnum og at ein nýggj føroysk forsorgarlóg, sum eisini fremur rættartrygd og gjøgnumskygni, verður smíðað. Somuleiðis er ætlanin at eitt vælferðarráð verður skipað – hetta halda vit er hóskandi til eitt nútíðarsamfelag. Tað hevur altíð týdning, at hesar skipanir verða eftirmettir og tillagaðar nútíðarsamfelagnum.
Sum heild eru vit nøgd við ætlanirnar um at bøta umstøðurnar á sernámsfrøðiliga økinum.
Hóast felagið metir tað verða gott at dagstovnaøkið verður lagt undir Mentamálaráðið at umsita,
fyri at kunna skapa eitt betri heildartilboð til børn í og undir skúlaaldri, er tað undrunarvert, at tað ikki eru niðurfelt í samgonguskjalið um ætlanir eru at taka fleiri pedagoglesandi inn í skúlan beinanvegin, soleiðis at børn undir skúlaaldri fáa eitt fakligt tilboð, serliga tá hugsað verður um, at tað í Føroyum í dag resta umleið 500 pedagogar fyri at treytirnar í verandi dagstovnalóg verða uppfyltar.
Tankarnar um at raðfesta útbúgving hongur ikki saman, tá tað ikki verður nevnt í samgonguskjalinum, at fleiri námsfrøðingar/pedagogar skulu útbúgvast, serliga tá hugsað verður um hvussu stóran tørv samfelagið hevur á námsfrøðingum og hvussu stórur áhugin er í Føroyum fyri at ogna sær hesa útbúgving, og tískil undrar tað okkum almikið , at hetta ikki er fest í samgonguskjalið.
Felagið vil minna á, at góðir dagstovnar eisini eru ein fortreyt fyri at børnini fáa eitt gott menningar-og útbúgvingarstøði.
Ein stórur trupulleiki í samfelagnum – sum eisini var væl lýst undir valstríðnum – eru júst kvinnurnar, ið fara av landinum at nema sær útbúgving og ikki koma aftur til Føroyar aftaná lokna útbúgving.
Felagið bjóðar seg fram sum samstarvspartur í hesum arbeiði.