Kommunan hevur ynskt fleiri íbindingar, enn Landsverk ferðslutrygdarliga heldur vera ráðiligt á einum landsvegi við eini hámarksferð upp á 80 km/t. Hetta málið hildu vit vera loyst á einum fundi fríggjadagin 17. juni millum Tórshavnar Kommunu, Landsverk og Innlendismálaráðið. Somu fatan hevur innlendismálaráðið.
Á Landsverki eru vit tí sera bilsin yvir, at kommunan í fjølmiðlunum nú avsannar, at partarnir funnu fram til eina semju á fundinum. Ein semja, sum ber í sær, at kommunan fær eina íbinding afturat teimum upprunaliga ætlaðu. Hetta verður ein íbinding í Flatarvegin. Hinvegin góðtók kommunan á fundinum, at ongin íbinding verður í Sundsvegin og Villingardalsvegin. Tað er tí óskiljandi, at kommunan tekur frástøðu frá eini loysn, sum hon sjálv var við til at gera á áðurnevnda fundi. Hendan semjan tekur støði í trimum íbindingum. Eina til Stórutjørn, eina í Flatarvegin og ta seinastu undir Krákugjógv.
Á fundinum vísti Landsverk sum landsvegamyndugleiki á, at loyvi ikki kann gevast til íbindingar í Villingadalsvegin og Sundsvegin. Bæði út frá einum ferðslutrygdarligum og vegatekniskum sjónarhorni, er talan um eina vánaliga loysn. Orsøkin er, at íbindingarnar verða ov tættar og ov ótryggar. Talan er um ein landsveg við hægri hámarksferð, enn fyri vegir í bygdum øki. Hesum segði kommunan seg kunna taka undir við. Partarnir avtalaðu á fundinum, at arbeiðast skal víðari fram til eina formliga avtalu millum Landsverk og Tórshavnar Kommunu, sum neyvari lýsir, hvussu hesar íbindingar skulu gerast og undir hvørjum treytum.
Landsverk er av teirri áskoðan, at hetta átroðkandi málið átti at verið loyst fyri langari tíð síðani, og tí fegnaðust vit um semjuna við kommununa. Tað harmar okkum harafturímóti, at kommunan nú tekur frástøðu frá semjuni, sum hon sjálv var við til at gera. Landsverk hevur sýnt Tórshavnar Kommunu stóra vælvild við at ganga áhugamálunum hjá kommununi á møti í tann mun, hetta ikki gongur út yvir ferðslutrygd og onnur atlit í sambandi við nýggja vegateinin. Tí bjóðaði Landsverk kommununi íbinding í ein kommunalan veg afturat. Sostatt fær kommunan tríggjar ístaðin fyri tvær íbindingar, sum var upprunaliga ætlanin.
Landsverk vónar framvegis, at kommunan fer at stuðla undir at fáa vegin lidnan. Nær hetta arbeiðið kann takast uppaftur, er sjálvandi tengt at, nær møgulig meirjáttan kemur á fíggjarlógina.