Viðmerkingar til Lotte Mejlhede

   

Óli Jacobsen
????????????
Fyribils hava vit hesar viðmerkingar til tað, sum varatíðindaleiðarin á TV2 segði við útvarpið í gjár.
TV2 hevur ongantíð vent sær til FF í aktuella málinum. Um teir høvdu gjørt tað høvdu vit ikki sagt, at okkara hýrutøl fyri 2003 ikki vóru tøk. Vit høvdu fyribils tøl longu við árslok og endalig tøl fyri flestu veiðubólkar ein mánaða aftaná. Um vit vóru spurdir, høvdu vit kunnað latið teimum tølini við frágreið-ing á donskum.
Tískil hava vit heldur ikki víst TV2 til okkara heimasíðu. Vit høvdu heldur ikki gjørt tað av teirri einføldu orsøk, at hon er bert á føroyskum, og tí ikki kann geva einum dana, sum neyvan dugur føroyskt, fullfíggjaðar upplýsingar. Men á okkara heimasíðu stendur heilt greitt undir ársfrágreiðing fyri 2003, at tølini eru til og tey verða eisini umrødd. Á heimasíðuni stendur eisini, hvussu komast kann í samband við FF. Og hevði TV2 gjørt tað, høvdu teir fingið eina gjølla frágreiðing um tey viðurskifti, sum sendingin snúði seg um. Tá hugsað verður um, at teir hava nýtt ein mánaða at gera innslagið, er tað í hvussu er ikki tíðarneyð, sum er or-søkin til, at hetta ikki eru gjørt.
Annars framgekk eisini av greinini í Berlingske Tidende um hetta mál, at tøl vóru tøk fyri 2003.
Her skal leggjast afturat, at FF hevur ikki upplýst fyri TV2, at árið 2002 var enn betri fyri nótaskip enn 2001. Tað var nevniliga nakað lakari.
Tískil er her talan um eina eftirrationalisering hjá TV2, fyri ikki at tala um ósannindi, sum einki grundarlag er fyri. Samstundis er váttað, at teirra kunnleiki til føroyska fiskiveiðu er nærum eingin, og tað sama er við áhuganum fyri at seta seg inn í viður-skiftini. Hetta kann bert eggja okkum til at koma til botns í hesum máli. Fyri tað, at TV2 ikki hevur havt samband við okkum, eru ábendingar um, at teir hava havt annað samband hendan vegin, og tað er higani at tíðindi stava.