VIÐMERKINGAR TIL KOMMUNUVALIÐ 2012.

Beinta í Jákupsstovu
------

Úrslitið av valinum í gjár varð eitt backlash. Vit fingu eina ábending um rákið, tá uppstillingin var liðug, tí talið á uppstillaðum var bert 35%. Hetta er fyrstu ferð síðan 1992, at prosentbýtið av uppstillaðum kvinnum og monnum er versnað í mun til valið framman undan.
Samlaða úrslitið av valinum var 28% kvinnur og 72% menn. Fýra kommunur hava onga kvinnu í bygdaráðnum, seinast var bert ein kommuna einkynjað.
Sum talva 1 vísir, vórðu færri kvinnur valdar til bygda- og býráðini í 2012 enn í 2000. Tá vórðu 63 kvinnur valdar, í gjár bert 57.
Talva 2 vísir, at tað øll árini síðan 1992 hevur verið samsvar millum lutfallið á uppstillaðum kvinnum og monnum, og valdum kvinnum og monnum. Tað kann tykjast løgið, tí talan er um persónval: Tað kundi tvørtur ímóti hugsast, at fleiri kvinnur vórðu valdar, um minni kapping var teirra millum. Ein orsøk kann vera, at til hetta valið hevur minni fokus verið um kynsjavnvág, kanska tí at kvinnuparturin nú var komin upp um 30 % bæði á løgtingi og í kommununum. Lærdómurin frá valinum í gjár er, at stríðið fyri størru kvinnuluttøku er ikki vunnið. (30 % er heldur ikki nógv at reypa av, um samanborið verður við onnur lond, sí www.ipu.org/wmn-e/classif.htm ).
Eftir er at síggja, hvussu tey fólkavaldu skipa seg. Vónandi fáa tær kvinnur, sum eru valdar, tilboð um at verða borgarstjórar og nevndarformenn!