OMR er formaður í Listafólkasambandi Føroya, listafólk hava frælsi til at gera, sum tey vilja, eingin avmarking. GL er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum stendur fyri frælsi, javnaði og brøðralagi, sum OMR eisini skrivar í síni grein. Báðir hava sagt sína hugsan í útvarpinum um hetta mál, starvslønirnar. Eg helt meg hoyra OMR siga, at tað átti ikki at verið loyvt GL at úttala seg í útvarpinum, sum hann gjørdi. Her eri eg ikki samdur við OMR, øll hava skrivi- og talufrælsi í okkara landi, eisini tey, sum ikki kalla seg rithøvundar. Ábending um sensur átti ikki at komið frá einum listafólki.