Eg kenni – og aðrir kristnilærarar – alt aftur frá donsku skrivingini í m.a. Folkeskolen í 1960-70. Øll kristniundirvísingin skal »neutraliserast« so nógv sum gjørtligt – og lærarar skulu í eini so týðandi lærugrein niðurraðfestast, sjálvt um boðini Jesus gav, ljóðaðu: »Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa til navn Faðirsins og Sonarins og Heilaga Anada við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda«.
Europa er meir og minni ein avkristnaður heimspartur í dag. Kristindómurin fekk í síni tíð so mangt at blóma – men nú gongur niður á »bakka«, síðani humanisman og materialisman hava tikið valdið. Søgan sigur okkum, at øll heimsveldi, t.d. Babyloniska ríkið og Rómverska ríkið gingu til grundar vegna ringan moral – rotinskapur innanífrá: Náttarlevnað, vællevnað, drykkiskapur, hor, morð osfr. Tað sær út sum vit læra einki av søguni, sjálvt um hvørt skúlabarn veit um støðuna í Sodoma og Gomorra – og seinni í Herkulanum og Pompeii í Italia ella í okkara tíð New Orleans í USA, ið Obama forseta ætlar at byggja uppaftur. Er tað rætt?
Góða Helena! Tú spælir við »eld«.
Bið heldur um Heilaga Andans leiðslu, áðrenn tú villleiðir alt fólkið. Danmark er avgjørt ikki nakað gott fyridømi, tá ið tað viðvíkur kristindómsundirvísing.
E.S. Eg vil ráða tær til at lesa Nýggja Testamenti sera gjølla, áðrenn tú setir nakra nevnd. Kristindómur er radikalur boðskapur!









