Maria Jacobsen
Í lesarabrævi ì Dimmalætting 30.11.2005, nevnt »Ambulansutænasta við meira« hjá H. A. Lindarstein (H.A. L.), verður m.a. nomið við tíðindaflutning hjá Útvarpinum um málið um »lítla Petur«.
H.A.L. heldur, at Útvarpið hevur brúkt alt ov nógva tíð til umrøðu av hesum máli og sigur, at Útvarpið hevur viðgjørt málið í allar endar og kantar og sýnist at hava hetta mál til undirhalds.
Hetta mál, ið hevði so stórar menniskjaligur fylgjur fyri Petur og systrarnar, at sárini helst ongantíð lekjast, er størsti sorgarleikur í nýggjari, føroyskari sosialsøgu.
H.A.L. hevur púra rætt í, at tað áttu at verið bæði stovnar og nevndir, ið viðgjørdu hetta mál. Her kunnu t.d. nevnast Løgtingsins Umboðsmaður og M.B.F. Ikki minst politisku flokkarnir áttu at tikið hetta mál í størsta álvara, og sæð til, at óheft kanning varð sett í verk (eins og í málinum um Jøkulfell, har óhefta kanningin kom til øðrvísi úrslit enn eftirmetingin hjá Fiskimálaráðnum).
Var niðurstøðan í óheftari kanning, at alt er farið rætt fram í málsviðgerðini í Føroyum, soleiðis sum landsstýrismaðurin í almannamálum og borgarstjórin í Tórshavn halda fast um, kundi Føroya fólk kent seg trygg við málsviðgerð av barnaverndarmálum í framtíðini.
At Útvarpið ikki hevur gjørt meira við tann partin av málinum at eingin í politiska umhvørvinum heldur tað hava týdning at kanna málsviðgerðina í Føroyum - er fyri mær óskiljandi.
N.B. Var eg málsviðgeri í hesum máli ella borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu og fullvís í, at altvar farið rætt fram, hevði eg biðið um eina kanning, soleiðis at umsitingin hjá kommuni kundi blivið reinsað fyri allar ákærur um skeivleikar.










