Viðmerkingar til grein frá Føroya Pedagogfelag um Dagstovnaøkið

Føroya Kommunufelag (FKF) hevur í nógv ár talað fyri, at greiða verður fingin á, hvørji málsøkir kommunurnar skulu umsita og hvørji landið skal umsita.

 

FKF heuvr tí tikið undir við teimum ætlanum sum landstýrið hevur hesum viðvíkjandi, har roynt hevur verið at fingið greiðu á hesum, m.a. við álitinum um uppgávu og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, sum er um at verða liðugt.

Land og kommunur mugu taka støðu til, hvørji málsøkir kommunurnar skulu umsita, og raðfesta hvussu økini verða flutt út til kommunurnar. Neyðugu pengarnir mugu fylgja við, og kommunurnar eiga í mest møguligan mun sjálvar at avgera, hvussu málsøkini verða umsitin.

Nøkur málsøkir eru, har land og kommunur í felag hava umsitið økið, og eru hesi økir lættari at leggja út til kommunurnar, tí kommunurnar her hava neyðuga umsitingarliga førleikan.

Dagstovnaøkið var eitt av teimum málsøkjunum, har kommunurnar høvdu drúgvar umsitingarligar royndir, og var tað tí upplagt, at hetta økið, sum tað fyrsta, bleiv lagt til kommunurnar.

Flest allar kommunurnar tóku undir við at dagstovnaøkið bleiv kommunalt burturav, og er hetta økið minst líka væl skipað í dag, sum tá land og kommunur umsótu tað í felag.

Fyri FKF var tað ein sjálvfylgja, at tað nú vóru kommunurnar sum skuldu samráðast um lønir við avvarandi felag, men hetta hevði Føroya Pedagogfelag longi um at finna útav ella góðtaka.

Tað átti at sagt seg sjálvt, at felagið skuldi samráðast við tann sum er arbeiðsgevari og rindar lønina, alt annað hevði verið heit burturvið.

Á vári 2000 fór FKF undir at fyrireika stovnanina av Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag (FKA), og í oktober mánað sama ár, bleiv felagið stovnað. Hetta málið hevði verið umrøtt í FKF longi, men avgerðin um at flyta dagstovnaøkið út til kommunurnar, fekk gongd aftur á málið.

FKA fór til verka beinan vegin, og gjørdi m.a. sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag um lønirnar v.m. hjá dagrøktarunum.

Onki hoyrdist frá Føroya Pedagogfelag fyrrenn felagið vendi sær til Fíggjarmálastýrið í februar 2001, t.v.s. 8 mánaðir eftir, at dagstovnaøkið var lagt út til kommunurnar.

Í staðin fyri at koma við ábreiðslum móti landstýrinum og kommununum, átti Føroya Pedagogfelag at tikið í egnan barm, ásanna síni mistøk, og roynt at fingið eitt gott samstarv við kommunurnar, sum bæði hava førleikan og viljan at umsita og menna dagstovnaøkið.