Tummas Ennistein, statsautoriseraður grannskoðari
----------
Síðan Skráseting Føroya i 2007 gav 7 umsøkjarum løggilding, hevur nógv verið skrivað um grannskoðaramálið. Serliga efter at løgtingsins umboðsmaður i november 2010 almannakunngjørdi sína fragreiðing um málið. Niðurstøðan hja umboðsmanninum var millum annað, at løggildingin ikki hevði heimild i lóg og var givin av órøttum.
Hóast nógv hevur verið skrivað og sagt um grannskoðaramalið, so hevur viðgerðin als ikki snúð seg um grannskoðan. Grannskoðan snýr seg um at geva roknskapum og øðrum upplýsingum álit og trúvirði. Viðgerðin af grannskoðaramálinum hevur snúð seg um juridiskar ósemjur, tænustamannakanningar og almenna umsiting, og tað sum er komið fram um grannskoðaramálið hevur eftir mínum tykki hvørki økt um álitið á grannskoðaraátekningum ella trúvirðið hjá grannskoðarunum.
Støðan fram til 2005
Fram til 2005 var støðan viðvíkjandi løggilding af grannskoðarum í Føroyum greið. Grannskoðarar, sum høvdu lokið prógv sum statsautoriseraðir grannskoðarar í Danmark, kundu virka sum løggildir/statsautoriseraðir grannskoðarar í Føroyum.
Útbúgvingin sum statsautoriseraður grannskoðari er ein praktisk útbúgving. Krøvini fyri at fara til próvtøku eru cand.merc.aud-útbúgving og 3 ára starvstíð hjá einum statsautoriseraðum grannskoðara. Próvtøkan er ein skriftlig roynd (2 próvtøkudagar) og ein munnlig roynd, sum varar umleið 1 tíma. Eftir lokna próvtøku kann tann statsautoriseraði grannskoðarin átekna roknskapir hjá partafelagum, smápartafeløgum o.s.fr.
Próvtøkan umfatar i høvuðsheitum hesar lærugreinir:
Grannskoðan
Roknskapur
Skattarættur
Vinnurættur
Teoretiska grundarlagið fyri próvtøkuna er cand.merc.aud-útbúgvingin, og endamálið við próvtøkuni er at skjalprógva praktiskan førleika innan lærugreinirnar. Serliga at grannskoðaði roknskapurin ikki hevur týðandi feilir og hann gevur eina rættvísa mynd af rakstri, balansu og eginogn.
Hóast talan ikki er um eina djúpa teoretiska próvtøku, so er tað ein rættiliga torfør próvtøka. Orsøkin er, at kandidaturin skal vísa, at hann er førur fyri at skýna á hvat er týðandi fyri roknskapin og hvat er minni týðandi, og í einum stuttum skotbrái kann tað vera en torfør meting.
Orsøkir til grannskoðaútbúgving
Endamálið við útbúgvingini sum statsautoriseraður grannskoðari er at geva ársroknskapinum trúvirði og at lesarin kann líta á upplýsingunum i ársroknskapinum.
Í øllum meldrinum um grannskoðaramálið hevur viðgerðin nærum ikki snúð seg um, hvørt grannskoðarar í Føroyum framvegis skulu hava staðið royndina sum statsautoriseraður grannskoðari. Serliga haldi eg, at fáar politiskar meiningar hava verið frammi um málið, hóast tað er lóggevari, ið ásetur krøvini til útbúgving fyri grannskoðarar.
Í roynd og veru er tað helst manglandi politiski vilji til at gera nakað við málið, ið hevur gjørt málið so fløkt og torgreitt. Í staðin fyri eina viðgerð av krøvum til grannskoðaraútbúgving snýr málið seg um juridiskar tulkingar, kanning av almennu umsitingini o.s.fr.
Niðurstøða
Eftir mínum tykki hevur viðgerðin av grannskoðaramálinum skatt grannskoðaravinnuna í Føroyum. Viðgerðin í fjølmiðlinum hevur verið atfinningarsom, og hevur givið almenninginum fatanina av, at lítið og einki skil er á núverandi løggilding. Lesarin av ársroknskapum má av røttum vera í iva, um grannskoðaraátekningin gevur nakra trygd fyri, at roknskapurin gevur eina rættvísandi mynd af rakstri, balansu og eginogn.
Um politiski viljin í Føroyum er, at partafeløg, smápartafeløg o.s.fr. skulu lata inn grannskoðaðir ársroknskapir, so má ein politisk niðurstøða vera um krøvini til útbúgving hjá grannskoðarum.
Ein sjálvsagdur møguleiki er, at lóggevari ásetur, at grannskoðarar ikki skulu taka eina praktiska roynd sum uppískoyti til teoretisku útbúgvingina, cand.merc.aud.
Tað er kortini mín niðurstøða, at trúvirðið hjá grannskoðaravinnuni hevur fingið so stóran skaða, at eingin annar veruligur møguleiki er, enn at grannskoðarar skulu taka próvtøkuna sum statsautoriseraðir grannskoðarar fyri at fáa løggilding.
Tørvur er á, at álitið á grannskoðaravinnuna verður endurreist, hóast tað merkir, at løggildir grannskoðarar uttan próvtøku missa løggildingina aftur. Tað týdningarmesta er hóast alt, at almenningurin hevur álit á grannskoðaraátekningunum - alt annað er til ógagns fyri tey, ið lesa roknskapir og grannskoðaravinnuna sum heild.