Almenn viðurskifti, sum fáa rættiliga óhepna umrøðu, hevur tingmaður bæði rætt og skyldu til at royna at fáa fram í ljósmála.
Líka mikið, hvussu leikur fer, eigur Fróðskaparsetrið at vera ein týðandi nerv í føroyska samfelagnum í allari framtíð. Tí eigur setrið eisini at virka sum fólksins stovnur við tí opinleika, sum hetta krevur.
Tað skal tí vera mín vón, at leiðslan á Fróðskaparsetrinum fer at viðvirka opið og ærliga soleiðis, at landsstýrismaðurin verður førur fyri at vara tingi og Føroya fólki nøktandi upp á spurningarnar, sum settir eru fram í hesum sambandi.










