Hvussu skal barnið eita
Ja, hvussu skal tað eita, kært barn har mange navne. Seinastu ferðirnar KT-hornið hevur verið í Sosialinum, hava vit havt heldur ilt við at avgera, hvussu Internetið skal eita á føroyskum. Sama skilið hevur væl verið aðrastaðni hjá fjølmiðlunum, har onkur nýtir orðið Alnótin og onnur Alnetið. Sigast skal, at frá Fróðskaparsetur Føroya hava vit nú fingið viðmælt at nýta orðið Alnet, so hetta verður nýtt í framtíðini.
K.T.Depilin
Tá vit ummæltu heimasíðuna hjá K.T. Deplinum, var millum annað sagt, at síðuni tørvaði eina kjaksíðu, har tey ungu kundu koma við sínum egnu meiningum um ymiskt.
Hetta er ikki rætt, tí tað finnst nevnliga ein kjakpartur á síðuni, ið ein kann nýta um ein er skrásettur nýtari hjá deplinum.
Vit biðja K.T.Depilin um at halda okkum tilgóðar hesum viðvíkjandi.