Viðmerkingar Mjølnir-KÍF

Eftir dystin í meistaradeildini hjá kvinnum millum Mjølnir og KÍF fingu vit orðið á Margit Joensen hjá Mjølni og Ellu Joensen hjá KÍF.

- Vit gera ov nógvar feilir
Eftir dystin fingu vit orðið á Margit Joensen hjá Mjølnir. Hon var skuffað av tapinum og helt, at leikararnir gjørdu alt ov nógvar feilir, og at hetta kostaði teimum sigurin.
- Vit gera alt ov nógvar feilir til at vinna dystin. Okkara verjuspæl plagar at vera sera gott, men heldur ikki har spældu vit upp til okkara besta í dag. Tó skal leggjast afturat, at vit mangla onkran leikara í dag, men hetta er tó ikki orsøkin til vánaliga spælið. Eg haldi okkum tó hava víst, at vit kunnu vera betri enn hetta. Vit vunnu á Drátti mikudagin, og vit eru væl við í at kalla hvørjum dysti.
 
- Vit taka tað róligt
Vit fingu eisini orðið á Ellu Joensen, sum var ovurfegin eftir sigurin. Hon helt, at leikararnir megnaðu at halda høvdið kalt allan dystin.
- Vit lurta eftir, hvat vit skulu gera, áðrenn vit fara inn til dystin, og so taka vit tað róligt. Vit megna eisini at halda konsentratiónina allan dystin, og hetta hevur verið ein trupulleiki hjá okkum. Nú eru vit tó komnar í gongd aftur, og hesin sigurin var góður fyri sjálvsálitið. Nú mugu vit síggja, hvussu langt tað fer at røkka.