Viðmerkingar H71-VÍF

Eftir dystin fingu vit orðið á Levi Nybo, málverja hjá H71, og Regin Joensen hjá VÍF. Hesar vóru teirra viðmerkingar til dystin.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Missa í endanum
Vit fingu orðið á Levi Nybo, málverja hjá H71, eftir dystin. Hann helt, at H71 misti møguleikan fyri stigi í endanum.
- Teir føra at kalla allan dystin, men í fleiri umførum megna vit at koma uppá javnleik. Men júst sum í dystinum ímóti Neistanum síðsta vikuskiftið, so missa vit alt á gólvið til síðst. Eg haldi, at verjan stendur væl stóran part av dystinum, men síðstu 10 minuttirnar megna vit ikki at steðga Sámal, og hetta kostar okkum møguleikan fyri stigi í dag. Eg vil tó leggja afturat, at vit hava eitt ungt lið, og VÍF vinnur heilt sikkurt uppá rutinuna í dag, sigur Levi at enda.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Høvdu tamarhald á støðuni
Regin Joensen hjá VÍF helt, at teir høvdu tamarhald á øllum dystinum, sjálvt um H71 í tveimum førum kemur uppá javnt.
- Sjálvt um vit helst gera tað óneyðuga spennandi, so haldi eg, at vit høvdu tamarhald á støðuni. Verjan er góð, og vit halda H71 niðri á bert 23 málum. Eg haldi tað vera gott, at vit nú megna at vinna dystirnar at enda. Hetta hava vit gjørt teir síðstu tveir dystirnar, og tað er eitt stórt fet rætta vegin.Til síðst sæst eisini týðiligt, at vit hava størri rutinu og størri breidd enn H71. Síðstu 10 minuttirnar gera vt næstan eftir vild, og tað er eisini júst her vit vinna dystin, staðfestir Regin at enda.