Suðuroyar sjúkrahús møtti eg í starvi mínum sum kommunavloysari har suðri í áttati-árunum. Síðani hava tey á hesum minsta sjúkrahús okra verið mongum av sjúklingum mínum til bæði góða og ikki minst skjóta hjálp - og mær sjálvum mangan góð í ráðum.
Størsta dagliga samstarvið er við landssjúkrahúsið, har mær untist at arbeiða í nógv góð ár, bæði á skurð- medicinsku- og psykiatrisku deild.
Trý neyðug sjúkrahús
Trý so ymisk, men neyðug og týðandi sjúkrahús. Landssjúkrahúsið sum alneyðuga, serútbygda centralsjúkrahús okra, suðuroyar sjúkrahús sum trygd teirra, sum búgva so fjart skotin og norðoya sjúkrahús, sum, umframt at vera heilsutrygd norðinga, hevur upparbeitt týdningarmikla servitan á týðandi økjum.
Frið, trygd og smávegis broytingar
Á hesum sjúkrahúsum arbeiða í dag gott og væl 600 starvsfólk í innihaldsríkum, men mangan sera krevjandi og tyngjandi størvum. Umráðandi er, og hetta hevur væl verið størsti veikleikin í mong, mong ár, at hesi fáa frið, kenna seg trygg og verða vird.
Men júst her haldi eg vit dumpa politiskt.
Sjálvandi skulu broytingar gerast, men ikki við friðinum og tryggleikanum sum veð.
Í mong ár havi eg úrslitaleyst biðið skiftandi landsstýrisfólk um eina skipan, sum einfalt og lætt kannar innleggingarseðlar og sendir sjúklingin hagar, ið bíðitíðin er stytst. Soleiðis verður sjúklingurin skjótt viðgjørdur og heilsu- og kanska eisini almannaverk og vinnulív spara nógvan og eftirspurdan pening.
Men umbønir og áheitanir mínar hava verið sum at sláa í eina dýnu.
Síggi nú, at hetta ynski verður brúkt í grundgevingunum fyri ætlaðu kollveltandi broytingini í sjúkrahúsverkinum.
Nøkur vælmeint ráð
Omanfyrinevnda broyting er løtt at fremja og krevur ongar grundleggjandi umskipanir. Óivað megnar eitt skilafólk við einføldum telduprogrammi at umsita hetta- og sparingin, saman við eftirfarandi bíðilistum, verður stór.
Setið síðani nøkur skilagóð og virkin fólk at leggja eina ætlan fyri, hvørjar viðgerðir og hvat virksemi kann savnast á smáu sjúkrahúsunum. Gevið so starvsfólkunum í sjúkrahúsverkinum frið og tryggleika at útinna tað verk, hvør einstakur teirra brennur fyri og hevur nomið sær serkunnleika at røkja.









