Viðmerking til Vestegnens Zoneterapeutskole

Í sambandi við lesarabræv í Sosialinum 20. juli, har eg í sambandi við sending á Rás 2, av Sven J. og Lillian Holst verði skuldsettur fyri ikki at hava gjørt ?seriøs recearch?, og at siga nakað ósatt um Vestegnens Zoneterapeutskole, skal eg gera hesar viðmerkingar.

 

Ó.J.Rólantsson, Rás 2

????????????????????????


Í sambandi við lesarabræv í Sosialinum 20. juli, har eg í sambandi við sending á Rás 2, av Sven J. og Lillian Holst verði skuldsettur fyri ikki at hava gjørt ?seriøs recearch?, og at siga nakað ósatt um Vestegnens Zoneterapeutskole, skal eg gera hesar viðmerkingar.

Vestegnens Zoneterapeutskole varð ikki nevndur við navni í hesi sending. Men frammanundan gjørdu vit nógv research um zonuterapiútbúgvingina sum heild, eisini tilboðunum um útbúgving á Vestegnens Zoneterapeutskole.

Nevndi skúli lýsti við eini útbúgving, ið tók 200 tímar innanfyri 1 ár. Okkum kom í hendi eitt ?Kursusprogram ? Uddannelse til zoneterapeut gennem intensiv og effektiv undervisning?. Afturat hesum var eitt yvirlit yvir, hvussu undirvísingin fór fram 9 vikuskifti gjøgnum eit heilt ár. (16 tímar pr. vikuskifti geva kortini bert 144 effektivar undirvísingartímar!)

Hetta ?Kursusprogram? gevur teimum, ið lesa tað, fatan av, at eftir hesi skeið er ein fullbúgvin zonuterapeutur, og at ein fær diplom eftir próvtøkuna, sum er 10. vikuskiftið. Grundgjaldið fyri næmingarnar var 18.000,- kr. Ongi upptøkukrøv vóru til næmingarnar.

Hvussu hesin skúli var skipaður annars, vitstu vit lítið um. Hann eitist at vera elsti skúli av sínum slag í Noregi, hann hevur adressu í leigaðum húsum við Sundsvegin, rektarin býr á Karlslunde Strand í Danmark, og sjefkonsulenturin, sum er norðmaður, býr í Føroyum.

Og sjefkonsulentin, sum eisini undirvísir, tosaðu vit við tvær ferðir undan nevndu sending, m.a. fyri at vita, um hann var áhugaður at luttaka í seinni sendingum um alternativa ella supplerandi heilsurøkt. Tað var hann.

Undir kanningunum av zonuterapiútbúgvingini sum heild, varð eisini spurt hjá almennu myndugleikunum um nevnda skúla. Undirvísingar- og Mentamálastýrið svaraði, at stýrið ?hevur ikki givið Føroya Náttúrumedisinsku Klinikk góðkenning sum zonuterapiskúli, og ei heldur er nakar fyrispurningur um slíka góðkenning at finna í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum!?

Stýrið vísir eisini á, at nevnda klinikk ?lýsir við góðkendari undirvísing innan zonuterapi við 200 undirvísingartímum. Hetta verður sett móti 665 undirvísingartímum hjá góðkendum zonuterapiútbúgvingum í Danmark og øðrum evropeiskum londum!?.

Harnæst kannaðu vit eisini partafelagsskrásetingina, vinnuloyvi og mvg-frítøku hjá teimum, ið reka tílíka vinnu í Føroyum. Her er serliga áhugavert at leggja til merkis, at Toll og Skattstova Føroya heldur seg til donsku mvg-lóggávuna (eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen), sum bara letur mvg-frítøku til teirra, sum hava fullført útbúgvingina hjá FDZ ella á tilsvarandi støði. Tað merkir, at kravið til útbúgvingina liggur um 665 tímar. (FDZ, sum ikki hevur góðkent Vestegnens Zoneterapiskole, lýsir nú við 684 tímum!)

So er heilt nátúrligt hjá einum tíðindamanni at seta spurnartekin við, um fyrrnevnda útbúgving heimilar einum at kalla seg zonuterapeut. Tann spurningin fekk sjefkonsulenturin eisini, men hann vísti til, at skúlin ?endvidere? kann bjóða eina eyka útbúgving í eitt ár, svarandi til sjúkapleygustøði, og so kann ein, sum tað eisini stendur í faldaranum hjá skúlanum, fáa eitt ?samlet diplom?. Henda eykaútbúgving verður sambært príslistanum hjá skúlanum í høvuðsheitinum avgreitt sum brævskeið. Harvið kann ein møguliga náa teimum kravdu tímunum fyri mvg-frítøku.

Men í faldaranum stendur stutt og greitt, at ?den praktiske del af kurset omfatter 200 undirvisningslektioner. Du vil her blive undervist i alt, hvad du senere har brug for at vide, når du starter din egen selvstændige klinik!? Ein kann ikki skilja hetta øðrvísi, enn at ein eftir eit tílíkt skeið er fullbúgvin zonuterapeutur ? men hetta er langt frá krøvunum hjá Toll & Skatt fri mvg-frítøku.

At tey bæði Holst nú siga, at ?zoneterapeutuddannelsen på vores skole består af ialt 660 timer? er nakað heilt nýtt í hesum viðfangi, tí tað framgongur ongastaðni av tí, tey hava sent út av tilfari í Føroyum, og samsvarar als ikki við tað ?kursusprogram?, tey hava lýst við.

Ivist onga løtu í, at Oda Andreasen kann svara fyri seg sjálva. At hon var vald til hesa fyrstu sendingina var fyrst og fremst orsakað av, at hon er væl kend, vælumtókt og viðurkend, eisini av almenna heilsuverkinum. Harafturat hevur hon eina drúgva og góða útbúgving á fleiri heilsuøkjum, og svaraði útbúgvingarkrøvunum til mvg-frítøku fyri fleiri árum síðani.