Jógvan Krosslá, borgarstjóri
???????????
Undirritaði vil greiða frá, at fríggjakvøldið 10. sept. ringdi landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, til undirritaða, har hann bað um at fáa fund við Vágs býráð leygardagin 11. sept. 2004 kl. 15.00. Sjálvt um stutta fráboðan, so játtaðu vit at taka ímóti á býráðsskrivstovuni. Við landsstýrismanninum Jógvan á Lakjuni, sum hevði biðið um fundin, vóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Fundurin var ikki almennur.
Fundurin byrjaði við, at løgmaður legði fyri og gav síðan orðið til landsstýrismannin Jógvan á Lakjuni, sum vildi vita, hvat vit søgdu til at flyta Miðnámsskúlan úr Vági, vildu vit ganga við til tað, so vildu teirk oma við einum tilboði um eitt røktarheim í Vági ístaðin fyri og at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, skuldi greiða frá ætlanini.
Hans Pauli Strøm nevndi, at ætlanin var eitt røktarheim, sum alt gekk upp við tí magiska talinum 35, tað skuldi kosta 35 mill. kr., tað skuldi verða pláss fyri 35 røktarsjúklingum og tað skuldi geva 35 arbeiðspláss.
Tað, sum ætlanin gekk út uppá, var at geva 35 arbeiðspláss til vágbingar, vælvitandi um, at er tað nakað, sum vit mangla í Vági, so er tað arbeiðspláss.
Vit søgdu beinanveg, at vit fegin vildu skaffa teimum eitt øki til røktarheim í Vági, um so var at teir høvdu ætlan um at byggja eitt slíkt, vit eiga stórt øki, sum er avlagt til endamálið og teir skuldu enntá fáa tað ókeypis, eisini kundu vit skaffa teimum onnur økir í býnum at byggja eitt slíkt røktarheim, men tað hevði sjálvsagt ikki verið ókeypis, tí eitt slíkt vóru vit noydd at keypa, við hesum tilboði til teir, ja, so vóru teir vælkomnir til Vágs at geva okkum arbeiðspláss, sum jú var tað, sum var lagt upp til og skuldi vera endamálið við fundinum. Røktarheimið skuldi verða fyri alla oynna, har eisini allar kommunur í oynni skuldu rinda sín part av teimum 17,5 mill. kr., sum var kommunanna partur, hetta eftir fólkatalinum og kom hetta so sjálvsagt at geva arbeiðspláss til alla oynna, sum tað jú sjálvsagt skal, óivað vildu eisini arbeiðspláss blivið til vágbingar á einum slíkum røktarheimi. Hesin parturin var ikki fingin upp á pláss og var heldur ikki reistur yvir fyri øðrum kommunum í oynni.
Miðnámsskúlin er í Vági í dag, so sjálvsagt fer Vágs býráð ikki at siga ja til at flyta hann úr Vági, tað hevði neyvan nøkur kommuna í Føroyum sagt ja til í slíkari støðu og hví skuldu tær tað. Vit vóna at skúlin verður bygdur og skilja púrt einki, um suðringar siga nei til at miðnámsskúlin í Suðuroy, sum liggur í Vági, fær betri karmar at arbeiða undir, tí teir eru ikki góðir sum er. Annars er at siga, at fundurin var góður, landsstýrið setti ein spurning um at flyta miðnámsskúlan úr Vági, vit søgdu ja til at bjóða annað øki, enntá ókeypis til eitt røktarheimí Vági, um so var at landið vildi byggja eitt slíkt, so tit í Vágs Matmøðrafelag, Vágs kommuna hevur verið sera positiv og glað fyri tykkara stóra arbeiði her í Vági, men tað, at tit fara alment út og átala tað, sum eitt samt Vágs býráð viðtekur, tað harmar okkum og tað eru vit ikki glað fyri.