Viðmerking til úttalilsi frá rektaranum í Føroya Læraraskúla, Jóannes Hansen

Tann 22 juni, var Jóannes Hansen at hoyra í Útvarp Føroya. Í samband við, at eingin játtan bleiv í ár til, at en flokkur afturat skal takast inn á pedagogskúlan, vóru viðmerkingar gjørdar um pedagogútbúgvingina á Danner seminarinum.

Vit eru átta pedagoglesandi, ið ganga í flokki saman í einum donskum flokki á Danner Seminarinum. Tað vil siga átta av teimum av teimum umtalaðu 50 føroyingunum, ið lesa til pedagog á Danner Seminarinum. Vit eru nakrar av teimum fyrstu, ið fáa útbúgving haðani, og verða lidnar í næstum.

Vit hava áhugaðar fylgt við í kjaki, ið gongur fyri seg um, at pedagogskúlin skal hava ein flokk afturat, og tað meina vit sjálvandi er upp á sítt pláss. Men tað vit fílast á er, at tað sýnist sum, at hetta roynir rektarin at trumfa ígjøgnum við at spáa ivamál um kvalitetinum á netútbúgvingini.

Tað halda vit er løgi. Ein kann lesa til mangt og hvat á netinum, t. d. sjúkrasystur. Hví skal tað ikki kunna lata seg gera at lesa til pedagog? Og hvat grundarlag hevur hann fyri at siga slíkt í fjølmiðlunum? Kanningar eru gjørdar av pedagognetútbúgvingini, og tær vilja vit ráða rektaranum at lesa, áðrenn hann úttalar seg!!

Vit hava skilt, at hesin møguleikin, ið vit hava valt, setur eina bremsu fyri pedagogskúlan í Føroyum. Tað er jú púra ókeypis fyri tað føroyska samfelagið at vit velja at lesa í Danmark, men at taka ein eyka flokk inn í Føroya Læraraskúla kostar. Hetta hevur tó ikki verið eitt ókeypis væl fyri okkum persónliga. Vit ferðast til Danmarkar 10 ferðir um árið og fáa ikki stuðul til hetta nakrastaðni. Vit hava brúkt hvørja fríløtu í trý ár upp á hendan lesnaðin. Vikuskiftir og feriur hava vit somuleiðis ikki kunna tillátið okkum. Vit hava klárað okkum væl, men tað er ikki nakað vit hava spælt okkum til. Tí kunna vit als ikki góðtaka, at okkara útbúgving verður brúkt í einum politiskum spæli!!

Tað var framført, at vit hjálpa donskum skúlum, tí tey jú fáa pengar fyri hvønn næming, ið tey taka inn. Jú tað er rætt, men tað er als ikki okkara intentión. Fyri hvønn næming fáa tey 50.000 kr. um árið. Harumframt gjalda vit 8.000 kr. sjálvar fyri hvørt semester. So tað kann sigast, at tann føroyski myndugleikin sleppur lætt, og at vit heldur hjálpa her heima. Onnur lesandi í Danmark fáa ein ferðaseðil heim hvørt ár, og møguleikin fyri at tey verða verandi í Danmark eftir at tey hava fingið sína útbúgving, er í størri mun til staðar, enn tað er fyri okkum ið lesa á netinum.

Tað, ið vit skiltu á Jóannes Hansen var eisini, at tey, ið velja hendan møguleika, eru tey ið ikki lúka krøvini at sleppa inn á pedagogskúlan í Føroyum. Men tað er ikki rætt. Vit hava lesandi í flokkinum, ið eru sloppin inn her heima, men hava valt hetta ístaðin. Tað er ein stórur fyrimunur at kunna lesa og halda áfram í tí arbeiðið sum ein er glaður fyri.

Hetta at vit arbeiða samstundis, tað fýltist rektarin eisini á. Men tað er komiskt, tí vit hava arbeitt saman við fleiri, ið arbeiða líka nógv sum vit, samstundis sum tey lesa til pedagog á Føroya Læraraskúla. Men í mun til tey, hava vit sum netstuderandi brúkt okkara arbeiði í samband við útbúgvingina. Vit seta teori í samband við praksis kann man siga, og tað hevur verið sera gevandi. Eisini verða vit send til arbeiðis við ymiskum uppgávum, ið vit skula sameina við teori aftaná. Tað kann t. d. verða eitthvørt kreativt, ella okkurt natúrupplivilsi. So vit brúka okkara arbeiði sum eitt lærupláss gjøgnum trý ár, og hervið verður teori ikki nakað, ið er langt frá praksis.

Jóannes Hansen meinti eisini, at tað er torført at skapa eitt lestrarumhvørvi sum netstuderandi, enn tey, ið hava sín forrætt, at tey hvønn morgun kunna fara inn gjøgnum dyrnar á læraraskúlanum. Eitt lestrarumhvørvi finnist í stóran mun á fjarlestraumhvørvinum. Og tað alt døgnið. Har er alt penslað út, svart uppá hvítt, og tað er altíð at finna aftur, um ein hevur brúk fyri at lesa tað aftur. Har eru dyggar royndir frá okkara klassafelagum, ið verða vendar upp og niður av lærarum, og farið verður síðani í bøkurnar at vita, um man kann finna okkurt at seta í samband við hetta. Har er tað ikki møguligt at goyma seg aftast í flokkinum og einki siga gjøgnum alla lestrartíðina. Tað er krav, at vit skula gera eitt “innlegg” í hvørt fag fyri hvørt modul. Eitt innlegg eru smærri uppgávur. Samstundis skula vit gera stórar uppgávur hvørt modul. Og hesar uppgávur, ið eru møguligar hjá øllum at lesa, eru eisini sera læruríkar hjá okkum øllum.

Um tað er eitt socialt lestrarumhvørvið, ið Jóannes Hansen sipar til, so er tað ikki nakað nýtt, at ein kann verða sera sosialur á internetinum. Okkara system hevur chattir, og harumframt síggjast vit “live” eitt vikuskifti um mánaðin. Vit hava eisini fingið donsk vinfólk í flokkinum, sum vit tosa við gjøgnum skype.

Vit hava verið ígjøgnum sjey eksamiur og mangla bara tí síðstu. Teir sensorar, ið verða nýttir, eru eisini sensor fyri vanligar pedagoglesandi, og teir siga at netstuderandi bestemt ikki eru verri fyri. Heldur tvørtur ímóti. Hetta kemst av, at vanliga hava tey netstuderandi nakrar royndir við sær, og tað er ein stórur fyrimunur.

Vit eru harmar um, at tað skal verða nakar ivi sáddur um dygdina á okkara útbúgving. Hendan útbúgvingin er góðtikin í Danmark, og vit halda tí at tað er óskiljandi. Áðrenn vit tóku avgerð um at lesa til pedagog á Danner seminarinum, spurdu vit á Mentamálaráðnum, um útbúgvingin er góðkend í Føroyum. Har fingu vit at vita, at um Undervisningsministeriet góðkennur útbúgvingina, so er hon eisini góðkend í Føroyum.

At enda vilja vit siga, at vit undrast á hendan hugsunarhátt, tá ið hetta slagið av útbúgving sum pedagogur, eisini er upp á tal at fáa í lag á Føroya Læraraskúla.

 

Unn Rldevig Petersen

Annika Juul

Beinta Seyer Joensen

Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen

Charlotta á For

Jana Egholm

Marsanna Eikholm

Majbritt Poulsen

 

næmingarnir á M/S04N