Eitt annað fremmant orð, ið er nógv frammi í hesum døgum er orðið multimedia, sum verður sagt tá ein arbeiðir við myndum, ljóði og teksti samstundis. Vit hava sett okkum í samband við Fróðskaparsetrið, og fingið at vita at hetta á føroyskum kann nevnast margmiðil, so hetta orðið verður sjálvsagt nýtt í komandi K.T.-hornum.
Lesarar eru sjálvsagt vælkomnir at senda okkum uppskot ella viðmerkingar um nýggj orð. Send eitt teldubræv til:
kthornid@sosialurin.fo










