Hetta er ein sera ambivalentur »sannleiki«, tí tað er sjálvandi rætt, at um teir astronomisku húsaprísirnir í Danmark verða roknaðir upp í prístalið, so er kostnaðar-niveauið í Danmark øgiliga høgt, men taka vit t. d. vanligar kolonialvørur, klæðir og aðrar neyðsynjarvørur, so liggur Danmark avgjørt ikki høgt í mun til t. d. Norra og Svøríki. Tann vanligi konsumenturin í Havn er valla interesseraður í donskum húsaprísum, men heldur í konsumvørum og klæðum. Á tí økinum er nógvar ferðir meira enn 14% munur á donskum og føroyskum prísum.
Hevur statistikarin verið í Norra?
Tey, sum búgva ella hava ferðast í Norðurjútlandi síggja næstan hvønn gerandis-morgun eitt ovurhonds vælvaksið lið av norðmonnum, sum koma til handils í donskum sølucentrum, serliga Netto, Aldi, Lidl og Fakta. Hesir handlar hava bæði í Hirtshals, Ålborg og Frederikshavn eitt príslag, sum er nógvar ferðir lægri enn tað norska. Annars eru norðmenn masochistar. Tey 14%ini hjá Hera eru bara eitt trivielt statistiskt bruttotal, sum einki sigur um møguleikarnar fyri bíligum smáhandli, tí munurin millum lægsta og hægsta prís á somu vøru hevur so nógv størri variatiónsbreidd í Danmark, enn sum í Føroyum. Ansið tykkum tí fyri statistikki og frøðingum. Teir eru sjáldan heilt eftirfarandi.










