Viðmerking til tíðindasending í Degi

Eftir at Sjónvarpið tann 4. januar 2001 bar tíðindini um blaðútbering, har postverksstjórin partvís leggur Postfelagið undir at vera ein forðan fyri kvøldútbering, kunnu vit ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum

 

Nevndin í Føroya Postfelag



Eftir at Sjónvarpið tann 4. januar 2001 bar tíðindini um blaðútbering, har postverksstjórin partvís leggur Postfelagið undir at vera ein forðan fyri kvøldútbering, kunnu vit ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum

Okkum er fallið fyri bróstið, at eingin hevur havt viðmerkingar til tað láturliga og einvegis innleggið í Degi og Viku, har sagt varð, at bløðini lógu á posthúsinum í 16 tímar, uttan at verða borin út. Eingin frágreiðing varð givin, um hví hetta var so, uttan eitt suff frá Postverksttjóranum Bergur í Garði, sum lat standa eftir, at Postfelagið átti sína stóru skuld í hesum

Tá postverksstjórin vísir á, at hann ikki hevur møguleikar at geva bløðunum eitt tilboð um kvøldútbering, tí sáttmálin, hann og Fíggjarmálastýrið hava gjørt við Postfelagið, er ein forðan. Til hetta kunnu vit upplýsa, at sáttmálin felagið hevur við Fíggjarmálastýrið ikki er stórt annarleiðis, enn sáttmálin hini feløgini hava.

Men lat okkum koma til sannleikan í hesum máli.

Dimma og Sosialurin sum eru fyrrapartsbløð, hava fyrr verið skrivað um dagin og út á kvøldið, og so komin á posthúsið til arbeiðstíð morgunin eftir, kl. ca. 4.30 og borin út í meginpartin av landinum sama fyrrapart.

Men tá blaðið skal koma út dagin fyri útgávudagin, hava tey, sum skulu finna og skriva tíðindi, bert fyrrapartin at gera hetta í, tí prentingin fer í gongd stutt eftir middag.

Blaðútgevarnir hava so eisini ta meining, at bløðini skulu berast út um kvøldið, fyri sama prís, sum um tey vóru borin út, saman við hinum postinum, í vanligari arbeiðstíð.

Vónandi er tað onkur, sum skilir, at tað ikki ber til at bera post út tvær ferðir um dagin fyri sama prís.

Blaðútgevarnir og Postverksstjórin skilja tað helst ikki???