Viðmerking til tíðindafluttning í Útvarpi Føroya

Hetta er ein áheitan til tíðindafólkið í Útvarpi Føroya!

 

Anna Dalsgaard



Hetta er ein áheitan til tíðindafólkið í Útvarpi Føroya!

Uttan at gera stórvegis viðmerkingar til tíðindaflutningin generelt, fari eg at heita á tykkum, um at hugsa um, hví tit meta at eini tíðindi eru av týdningi fyri føroya fólk. Í gjár bórust sera ræðandi tíðindi um, at nú var tað kanska betur at verða eitt sindur sól stoktur enn at smyrja seg inn í sólkrem. Hetta vidundurmiddul, sum vit hava trúð uppá í áravís. Ikki er langt síðani, at vit enntá fingu at vita, at um sólkremið skuldi gera nakran mun, skuldi ein hálvur dunkur smyrjast uppá annan hvønn tíma. Eitt tunt lag gjørdi hvørki frá ella til.

Men hvat nú? Nú situr alt Føroya fólk og ímyndar sær, at hevur ein verið í hóslag við hetta eitrið, ið tað jú er at sammeta við p.t., hevur ein helst verið sær sjálvum og enn og verri, eisini børnum sínum at bana.

Eg helt meg ikki kunna brúka tíðindini til nakað annað, enn fjáltur og ræðslu. Einki varð sagt um, hvørji evnini vóru, ið vóru vandamikil ei heldur hvørji merki, ein skuldi vara seg fyri. Hetta hevði kanska eisini verði í so møtumikið, tí tey eru eini 70 í tali. Men útvarpið kundi veitt lurtarum sínum ta tænastu, at upplýst um, at á heimasíðuni hjá Miljøstyrelsen, er listi gjørdur yvir tey merki, ið higartil eru registrerað, fyri at innihalda hesi vandamiklu evni.

Kann annars upplýsa fyri teimum, ið ikki hava atgongd til internetið, at evnini, ein skal vara seg fyri eru:


? 4-methylbentzylidenne

camphor,

? Octyl methoxycinnamate

? Benzophenone-3