Viðmerking til støðuna á eldraøkinum

Vegna nevndina fyri Landsfelag Pensjónista
Sigvald Kristiansen, næstformaður
???????????
Landsfelag Pensjónista hevur á fundi í dag viðtikið at siga sína hugsan viðvíkjandi støðuni hjá teimum gomlu, soleiðis sum hon hevur tikið seg upp í seinastuni, til fjølmiðlarnar og formenninar fyri teir politisku flokkarnar.
Í gjøgnum nógv ár hevur tørvurin á búplássum til gomul á røktarheimum og sambýlum verið vaksandi. Fyri at minka um hendan tørv hava ymisk tiltøk verið sett í verk fyri at tey gomlu kunna vera í sínum egna heimi longst møguligt, hetta til gagns fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Hendan politikk hevur Landsfelag Pensjónista tikið væl undir við.
Tí síggja vit tað sum eina stóra andsókn til førda politikkin á eldraøkinum nú at skerja hesi gagnligu tiltøk, sum fara at gera tað, at ynski um at koma á sambýli ella røktarheim ella ellisheim fer at vaksa munandi fyri tey, sum annars høvdu klárað seg sjálv heima eina tíð longri, til størri útreiðslu fyri samfelagið sum heild.
Vit vita, at ein goð og vælskipað heimahjálp, at útbering av døgurða til einsamøll gomul, at tiltøk, sum tilhaldini fyri eldri seta í verk, eru við til at hækka lívsvirðið hjá teimum eldru.
Og tað er hetta, sum vit vilja fremja, og sum eldrafeløgini og pensjónistafeløgini ymsa staðni í landinum arbeiða fyri.
Útreiðslurnar til hesi nevndu tiltøk fyri tey gomlu eru nógv minni, enn um fleiri røktarheimspláss skulu útvegast.
Landsfelag Pensjónista vil harðliga átala og mótmæla, at slíkar skerjingar verða gjørdar á eldraøkinum.