Viðmerking til Ásbjørn Lómaklett, skúlastjóra

Nú er tað so, at ongin noyðist at gera meg varugan við, hvat stendur í bløðunum, og at tú hevur skrivað eina rættleiðing til mín í Sosialin nr.4-2002.

Eg ávaraði í míni grein ímóti ætlanunum hjá Landsstýrinum at leggja skúlarnar út til kommunurnar, tí kvaliteturin tá fór at gerast sera óeins í ymsu skúlunum í Føroyum. Hetta síggi eg sum ein hóttan móti fólkaskúlanum, sum hevur havt sum aðalmál at geva føroysku næmingunum somu byrjan ella grund at fara víðari við í lívinum. Sum eitt ræðandi dømi tók eg fram, at næststørsta kommuna í landinum ikki hevði gjørt íløgur í teldur fyrr enn undanfarna skúlaár, meðan aðrar kommunur vóru farnar undir hesa íløgu fyri 10-15 árum síðan.
Ásbjørn Lómaklett, skúlastjóri, skrivar í síni rættleiðing, at mín pástandur um støðuna í Klaksvík er púra burturvið og beinleiðis ósannindi. Hann skrivar víðari, at skúlin longu í 1978 legði fyri við serligari teldustovu við eini 12-15 teldum, og at hetta talið øktist við árunum. Skúlastjórin spyr so, hvar eg havi fingið mínar upplýsingar í hesum málið, og tað skal eg so svara tær.
Í januar 1998 kom KT-nevnd fólkaskúlans við eini ávegis frágreiðing nevnd ?Kunningartøkni í fólkaskúlanum?. Í hesi frágreiðing eru upplýsingar frá øllum skúlum í Føroyum, har skúlastjórarnir svara nøkrum spurnarbløðum um støðuna viðvíkjandi kunningartøkni á teirra skúla. Skúlarnir í Klaksvík hava somuleiðis sent nevndini upplýsingar. Í áðurnevndu frágreiðingini stendur, at fólkaskúlarnir í Klaksvík hava tvær pentium teldur og nýggju 486 teldur, ella tilsamans 11 teldur, harav stendur tann eina á lærarastovuni. Hetta vil siga, at fólkaskúlarnir í Klaksvík høvdu 10 teldur samanlagt til yvir 800 skúlanæmingar, og hetta var støðan heilt fram til seinasta skúlaár. Hesi tøl tala fyri seg. Ásbjørn nevnir í síni rættleiðing, at havast má í huga, at kommunan í Klaksvík var farin undir at fyrireika stórar ábøtur á skúlabygningarnar, og at hetta var orsøkin til, at teir vóru so seinir á veg at gera íløgur í KT. Tað er júst hesum eg royni at ávara ímóti, at kommunurnar vegna manglandi orku/vilja ikki klára at umsita tað íløguna, sum fólkaskúlin er fyri eitt hvørt samfelag.