So fall avgerðin. Biskuparnir í kirkju okkara (undantikin okkara egni!) hava orðað ein samtykt viðvíkjandi samkyndum. Samtyktin er ein neyðsemja, tí semja var ikki ímillum biskuparnar, men ein neyðsemja, sum greitt letur upp fyri tí, hon sigur seg at nokta, rituali. Tí eru teir ímóti, men teir eru fyri møguleikanum ?undir gudstænastu alment at vísa á (markera), at gingið er saman í skrásett paralag?.
Í seinra Pætursbrævi verður sagt, at tað ikki eru ?snildiliga samanpentaðar søgur?, vit kunnu fylgja, men eina Guds orði, sum ?menn frá Guði talaðu, drivnir av heilaum anda.? (2. Pæt. 1,16.21). Mær kemur tað fyri, at samtykt biskupanna er dømi um slíkar søgur. Í staðin fyri heitið ?søgur?, kunnu vit seta ?samtykt? og tað biskupasamtykt. Trupulleikin við henni er, at hon grynnur hvørki bíbilskt ella játtanarliga.
Tað góða fyrst...
Tað er gott, at biskuparnir í samtykt síni halda fast við, ?at hjúnalagið er Guds góða skipan fyri lívsfelagsskap ímillum mann og konu?. Tað er betri, at teir halda fast við ta hjúnalagsáskoðan, ?sum samsvarar teimum bíbilsku skriftunum og okkara kirkjuliga siðaarvi.? Men tað besta er, at biskupur okkara, Hans Jacob Joensen, ikki tók lut í samtyktini. Biskupur okkara skal fáa størstu tøkk fyri grundgeving sína, ?at tað sambært Skriftini ikki [er] í lagi at liva saman sum samkynd. Og av tí at slíkt samlív er ímóti tí, sum Skriftin sigur, kann tað ikki signast.? Hans Jacob Joensen hevur ikki bara hildið fast við at hjúnalagið samsvarar teimum bíbilsku skriftunum, hann heldur eisini (og tað í mun til allar hinar starvsfelagar sínar!) at tað hevur Skriftina ímóti sær at liva saman sum samkynd!
... so tað ringa
Slíkum tekstum líkt, er hann trupul at viðgera. Samtyktin er sum hvalspýggjan - lítið annað ein vatn. Hon er sum tann snildiliga samanpentaða søgan, rund og tannleys, men hon hevur ein ringan anda. Í fyrstu atløgu tykist hon at vera á einum støði, sum sømir seg kirkjunnar ovastu monnum, men nærkast ein tekstinum, stendst roykur av honum. Tokuroykur! Í fyrstu atløgu sær ein ikki, hvat er á vási, men so sær ein sniðlop á kirkjunnar grundarlag, sum kemur at kosta henni dýrt.
Fólki kunnugt, byggir fólkakirkja okkara á Bíbliuna og við henni á tey fimm játtanarritini. Eitt teirra er Augsburgska trúarjáttanin frá 1530. Fyri at grundgeva at tað er í lagi at liva saman í skrásettum paralagi siga biskuparnir: ?At [samkynd] liva í einum av samfelagnum skrásettum paralagi, stríðir ikki ímóti ..játtanarstøði fólkakirkjunnar: At øll menniskju verða rættvísgjørd við trúgv á Kristus (Augsburgska trúarjáttanin, 4. grein). - Rætt er tað, at samkynd eins og hinkynd verða rættvísgjørd við trúgv á Kristus, men tað er rangt, at nakar av teirri orsøk kann liva í syndini (Róm. 8,8)!
Bíbliuna siga biskuparnir seg ikki at vera á einum máli um, men tað teir hava einst um, eru nøkur orð Jesu. Fyri at grundgeva sína fatan av 4. grein í Augsburgsku játtanini siga teir: ?Í hesum sambandi meta vit tað dupulta kærleiksboðið kristiliga sæð at vera ein grundleggjandi etiskan norm: Tú skal elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum - og næsta tín sum sjálvan teg? (Smb. Matt. 22,34-40 o.s.fr.). - Rætt er tað, at vit eiga at elska Gud og samkynd eins og hinkynd, men tað er rangt at nýta hesi orð Jesu til tess at grundgeva, at tað er í lagi at liva saman í samkyndum parlagi. Jesus samanfatar tey 10 boðini í tí dupulta kærleiksboðnum, hann avtekur tey ikki. 6. boð og í tí sambandi eisini tað, sum Bíblian sigur um samkynd eru enn í gildi (Sí 1. Mós. 19.1-11 og Dóm. 19; 3. Mós. 18,22 og 20,13; Róm. 1,18-32 og 1. Kor. 6,9-10 og 1. Tim. 1,8-11)!
Ein kann fáa tað fatan, at Bíblian og játtanarrit okkara verða missnýtt til tess at náa málinum, at samkynd veruliga fáa kirkjuliga signing. Og tað tykist sambært útsøgnum frá fleiri, at hetta mál longu er nátt. Í samtykt biskupanna stendur jú so rúmsátt, at møguleiki skal vera ?undir gudstænastu alment at vísa á (markera), at gingið er saman í skrásett paralagið?.
Við orðingunum í samtyktini verða drignar niðurstøður, sum heilt mótsiga hvør aðrari. Onkur sigur seg at kunna signa, ein annar seg at kunna nokta signing. Fyristøðufólk vísa á tað í samtykini orðaða at ?sambært galdandi kirkjulóg finst .. møguleikin?, at prestur kann nýta kirkjuna til tað, hann vil. Mótstøðufólk vísa á, at í samtyktini stendur, at prestur ?skal ... í hvørjum einstøkum føri leita sær vegleiðing hjá biskupi sínum?. (Sí t.d. Kristeligt Dagblad, nr. 25 og nr. 30). So, møguliga er ein bremsa, men hvussu leingi? Svarið er treytað av, hvør heldur henni: Guds orð ella manna orð.
Snildiliga er samtyktin samanpenta, men við Skriftina samsvarar hon ikki!...
Bergur D. Joensen









