Viðmerking til Roar Olsen

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia

 

- nevndarlimur í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag í Útvarp Føroya.

----------------

 

Í samrøðu í útvarpinum týsdkvøldið sigur Roar Olsen, at menninir tapa. tí flokkarnir vilja hava kvinnur skulu upp á listan. Tað er so tíðarkrevjandi at fáa kvinnur at stilla upp, ein skal tosa við so nógvar (hevur tosað við eini 40 kvinnur) at tað verður til, at dugnaligir menn ikki verða spurdir. Hetta skilji eg ikki heilt, tí vanligt er at flokkarnir hava fullar valevnislistar óansæð um áleið helvtin av valevnunum er kvinnur ella ei.

Tað er partvíst rætt, at flokkarnir hava ilt við at fáa kvinnulig valevni á listarnar. Allir flokkar kenna hetta, meira ella minni, kanska er trupulleikin størri hjá teimum smáu flokkunum. Spurningurin er, hví er hetta so. Fyri mær at síggja hevur hetta serliga tvær orsøkir, mátin flokkarnir royna at fáa valevnir og tað at politikkurin í dag er so stýrdur av monnum.

 

Flokkarnir

Tað er ein sannroynd, at politisku flokkarnir vanliga fara at leita eftir valevnum í síðstu løtu. Tað er eisini ein sannroynd, at kvinnur seta sera stór krøv til sín sjálvan og tí ofta siga nei, serliga um tær verða bidnar um at stilla upp beint upp undir eitt val. Ongin skal ivast í, at vit í Demokratia vilja arbeiða fyri, at kvinnurnar halda seg meira framat.

Eitt annað, ið gerð seg galdandi er, at flokkarnir, ið alt ov stóran mun lata verða við at koyra tær kvinnur fram, ið hóast alt siga ja. Tað er nógv meira vanligt, at mannligu valevnini koma framat í fjølmiðlunum, enn kvinnurnar. Hetta er ikki altíð so, men tað er nógv meira vanligt at mennirnir sleppa framat, heldur enn kvinnurnar, tá tað snýr seg um at umboða viðkomandi flokkar í valstríðnum.

Sjálvt um vit í Demokratia vilja heita á allar kvinnur, ið hava áhugan, um at halda seg framat í politikki, so er sannlíkt, at hetta ikki broytist grundleggjandi fyrr enn flokkarnir gera tað, at fáa valevnir, til ein natúrligan part av teirra arbeiði øll 4 árini ímillum valini.

 

Politikkurin

At vit hava eitt løgting, ið er samansett soleiðis at 90% av umboðunum eru menn, ger ikki vánirnar at fáa fleiri kvinnur at fáa áhuga fyri politikki betur. Tað verður á ein hátt sjálvforsterkandi at politikkur í ov stóran mun snýr seg um asfalt og betong. Hesi evnini hava ikki tann stóra áhugan hjá kvinnunum. Tú hoyrir nógvar vælútbúnar og dugnaligar ungar kvinnur siga, at støðið í tinginum er so lágt, at tær ikki hava hug at nýta sína tíð til tað. Hetta er ein álvarsligur trupulleiki fyri fólkaræðið. Eitt annað er arbeiðshátturin í tinginum, hvussu nógvar mammur við børnum, fyri ikki at tala um einligar forsyrgjarar kunnu fáa tingarbeiði og familjulív at hanga saman.

Tað ið skal til, er ein hugburðsbroyting, bæði hjá kvinnunum og flokkunum. Fara flokkarnir veruliga í gongd við eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa kvinnur at luttaka í politikki, so eri eg vís í, at hetta, við tíðini, fer at eydnast teimum.