Fyrst vil eg siga, at tað er ógvuliga hugstoytt at lesa, at Árnmar leggur meg undir ikki at hava hjarta á røttum stað!
Eisini er tað undrunarvert, at limur alment fer út við slíkum pástandum uttan at spyrja seg fyri fyrst á røttum stað.
Næst vil eg gera mínar viðmerkingar til greinina sjálva
Sendingin í sjónvarpinum snúði seg um valdsnýtslu á stovnum, sum heild og vantandi lógarverkið á serstovnaøkinum. – Tað frøddi meg at verða biðin við til hesa sending, tá eg sjálvur bæði alment og yvir fyri politisku skipanini havi víst á henda trupulleika. - Tað var tað, ið eg varð biðin at koma í sjónvarpið at úttala meg um – tvs. sendingin snúði seg ikki um ávís persónsmál. At tað so hendir í slíkari sending, at vit, sum luttóku, vórðu leidd inn á ávís mál, er sjálvandi harmiligt.
Hvat málinum um valdsnýtslu hjá ávísum persóni viðvíkur, skal eg stutt viðmerkja, at málið um valdsnýtslu als ikki hevur verið til viðgerar í felagnum yvirhøvur. Málið um framførdu valdsnýtsluna, ið sipað verður til, er eitt trý ára gamalt mál, sum nú stakk seg upp í kjalarvørinum av øðrum máli á sama stovni. Eg sum formaður hvørki kann ella fari at úttala meg alment um persónmál og viðmerkti tí bert, at um hetta mál nú er vorðið eitt politimál, so er tað har málið skal avgreiðast.
Eisini verður framført í greinini, at málið viðvíkjandi starvsfólkunum, ið høvdu valt at siga seg úr starvi, hevur koyrt síðan 2005. – Hetta er als ikki rætt, tá felagið ikki kom inn í málið fyrenn langt aftaná, at trupulleikarnir høvdu tikið seg upp á stovninum. At handfaringin av hesum málið er út av lagið vánaligt, er eisini orsøkin til, at felagið nú hevur lagt málið fyri Løgtingsins umboðsmann.
Viðv. Gerðarrættinum er stutt at siga, sum eg eisini havi framført fyrr, at talan var als ikki um nakra ólógliga handling, tað er nevniliga einki staðfest í sáttmálanum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum gerðarrætturin arbeiðir eftir - at tað er ólógligt at leggja arbeiði niður uttan fráboðan, men hevur Fasti Gerðarrætturin í hesum føri komin við einum úrskurði, sum er soljóðandi:
Fasti Gerðarrætturin staðfesti, at talan var um óheimilað stríðsstig, tí arbeiðssteðgurin ikki var fráboðaður av mótpartinum.
Tað er einki ókent, at fakfeløgini hava lagt arbeiði niður uttan fráboðan til arbeiðsgevarin fyrst, og velur felagið at skilja hetta sum um Fasti Gerðarrætturin við hesum úrskurði skapar eina nýggja siðvenju á arbeiðsmarknaðinum.










