Dan R. Petersen
Tað er klárt, at tá ið formaðurin leggur meg undir at lúgva, noyðist eg at siga alla søguna, sum hon var søgd í bløðunum 8. desember. Og hana haldi eg fast við.
Tað er eitt faktum, at manningin var kroyst 24. apríl, eftir at hon til fánýtis hevði biðið Óla um hjálp.
Tann 11. mai sendir Óli bræv til reiðarafelagið, har hann í sera mjúkum vendingum átalar gongdini. Heilar 18 dagar eftir, at manningin til fánýtis hevði biðið um hjálp.
Hví troppaði Óli ikki upp á kaiini sum ein rættur maður. Eg síggi fyri mær eina sjónvarpsmynd av nøkrum øðrum fakfelagsfólkum í Havn, sum salatfatið fór avstað við. Tað vóru menn og konubrot!
Tað eru so mong Harrans ár síðani, at næstformaðurin í F. F. var mynstraður sum dekkari á fiskiskipi, at tað hevur púrt ongan týdning, um hann hevur álit á Óla ella ikki.
Einasta orsøk,til at eg stilli upp, er hon, at tað er sera stór ónøgd við formannin millum aktivar limir, og tað er tað, ið telur fyri meg.
Eg fari at heita á næstformannin í F. F. um at ringja til umboðið fyri nevndu manningar og spyrja, um teir fáa løn fyri ístøku og kunngera svarið í bløðunum. Sáttmálin er púra greiður á økinum, og Óli sigur, at problemið eksisterar ikki.
Sjómenn bíða í spenningi eftir svari.