Nakað soleiðis minnist eg eitt orðafelli.
Og minnist eg tað rætt, so sigur tað alt um mína kenslu eftir at hava lisið meiningina hjá Sofusi Johannesen og sæð forsíðuna á dimmalætting nr. 226, sum kom út mánakvøldið.
Har sita tveir barónar fyri Javnaðarflokkin, annar hevur aftur, sambært dimmalætting, gjørt tjóðini fyri skommum, og hin rópar ”Ússaligt!” eftir mótstøðufólkunum.
Skal ikki gerð viðmerkingar til innihaldið í greinini. Skilji ikki, um so er at Jógvan Arge og Sjúrður Skaale hava tikið sær tikni av útspilling av Tjóðveldisfólki á landsfundi Javnaðarfloksins, sjálvur taki eg tað sum ein heiður.
Tað, eg her vil gera viðmerkingar til, eru tvey brot úr greinini. Fyrra brotið er har tú skrivar, at formaður javnaðarfloksins bert tosaði um vantandi álit millum hann og formann Tjóðveldisfloksins, men hevði alt gott at bera hinum landstýrisfólkunum og tingmanning Tjóðveldisfloksins, Sofus, um hetta er so, og tit veruliga meina hetta, hví endar tú so greinina við orðunum um, at øll Tjóðveldisfólk eru ”Ússalig”, skal verða løgið um ikki fleiri av tínum veljarum til kommunuvalið eru tjóðveldisfólk, nú vita tey so, hvat tín meining er um tey.
Hitt brotið er tað síðsta í greinini ”Tjóðveldi Ússaligt”.
Nú tú ert byrjaður at skriva um ússaligt, kann eg nevna nøkur onnur ting sum eru ússalig.
Tað fyrsta er, at føroya javnaðarflokkur brúkar lygnir og undanførslur fyri at sleppa burtur úr CHE samstarvinum.
Sama dag, sum fundur skuldi verða kl. 10.00 um tað, sum stóð í samgonguskjalinum um blokkstuðulin, verður boðað til tíðindafund kl 14.55, har samstarvið verður sagt upp, og roynt verður at karaktermyrða formann Tjóðveldisfloksins, við einum so pínligum málið, sum gjørdi okkum til láturs í útlondum.
Tað var ússaligt.
Føroya javnaðarflokkur kundi havt valt at vent sær til samstarvsfelagarnar og viðgingið, at ”vit fáa ikki semju innanfloks um hetta málið, havt gera vit nú?”
Tað hevði verið heiðurligt.
Úm Jóannes Eidesgaard hevur reint mjøl í posanum í lásamálinum, hví torir hann so ikki at seta ein kanningarstjóra? ”ússaligt”
Tit hava ein formann, sum sambært dimmalætting, aftur nú hevur gjørt tjóðini fyri skommum við eitt borðhald, tað er, um tað er so, um ikki ússaligt, so øgiliga keðiligt.
Tit hava ein formann fyri tingbólkinum, sum ferð eftir ferð ger sær fyri skommum í sinnismuni, millum annað við at kasta við lutum í tingsalinum.
Rýmir úr ferðafólkaflogfarinum í sinnismuni, sjálvt um fólk hava sitið og bíðað eftir honum.
Í staðin fyri at koma við eini umbering, kemur hann við einum álopi á Atlandsflog, tá hann ikki kom longur við tí, skrivar hann í bløðunum, ”tað var ikki eg, tað var konan,” Slíkt eru menn, gev konuni skuldina, so kanska eg ikki missi atkvøður, er tað ikki ússaligt?