Tvær orsøkir eru til tað.·
- At sjónvarpsmaðurin ikki tykist kenna mannagongdina, tá fíggjarlógaruppskot er í nevnd (ella legði hann sær ikki orðini nóg hegnisliga í munnin? Kanska vildi hann erta eitt lítið sindur? Tað ger einki!).
- at formaðurin í Mentanarnevndini, Jógvan á Lakjuni, av góðum grundum ikki var við í nevndarviðgerðini av millum annað fólkaskúlanum, eftir sum hann tá var staddur í New York umboðandi sín flokk.
Mannagongd
Mannagongdin er tann, at Fíggjarnevndin vísir teim pørtum í fíggjarlógaruppskotinum, sum snúgva seg um málsøki hjá aðrari nevnd, til ummælis hjá hesum nevndum (§ 24, stk. 3 í tingskipanini). Talan er bert um ummælisrætt, og kunnu tær einstøku nevndirnar ikki gera uppskot til broytingar í teim upphæddum, sum ásettar eru. Ummælini verða síðani send Fíggjarnevndini.
Tí er tað púrasta burturvið, tá ið sjónvarpsmaðurin spyr Jógvan á Lakjuni um tað talið, sum er sett av á fíggjarlógaruppskotinum til fólkaskúlan, sum um tað er nakað Mentanarnevndin hevur mælt til.
?Tit munnu hava hildið tað verið nokk, tá ið tit ikki hava sett meira av, sigur sjónvarpsmaðurin.
Jógvan á Lakjuni, sum í sendingini umboðaði Mentanarnevndina, svarar, at »landsstýrismaðurin hevur fingið nakrar karmar - hevur fingið teir pengar, hann hevur hildið seg hava brúk fyri, og tað hevur nevndin tikið undir við.«
Tað er so langt av leið.
Ávaring
Sjálv sat eg í formanssessinum í Mentanarnevndini, meðan Jógvan á Lakjuni var burturstaddur. Vit høvdu nógv at vísa á og spyrja landsstýrismannin um. Størstu málini vóru fólkaskúlin, Sjónvarp Føroya og stuðulin til Ítróttarsamband Føroya.
Viðvíkjandi fólkaskúlanum vísa vit á, at vit vænta ikki at játtanin fer at halda, eisini um sæð verður burtur frá møguligari hækking, sum stava frá samráðingum við Føroya Lærarafelag í mars 2000.
Landsstýrismaðurin sigur okkum at,? hóast umbønir og frágreiðingar í samband við økta virksemið á fólkaskúlaøkinum við nýggjari løgtingslóg um fólkaskúlan umframt lønarvøkstur, so fekk landsstýrismaðurin ikki lagað fíggjarkarmin fyri ár 2000 í nóg stóran mun til økta virksemið, sum ætlað í fólkaskúlanum?.
Enn minni fær Mentanarnevndin. Okkara uppgáva er sum sagt at ummæla og einki annað. Okkara ummæli viðvíkjandi fólkaskúlanum var heilt greitt - tummilin niður!
So vita bæði sjónvarpsmaðurin og mentanarnevndarformaðurin tað.
Sjálvandi kundi Jógvan á Lakjuni roynt at ávirka sína egnu samgongu. Somuleiðis Høgni Hoydal. Men eftir sendingini at døma, er hvørgin teirra rætti boðberi.
Katrin Dahl Jakobsen,
løgtingskvinna Javnaðarfloksins









