Hvørjar kvinnur hava ávirkan, hvussu er tilgongdin við leiðandi kvinnum á arbeiðsmarknaðinum og hvørji er frambrotini?
Til økið - kvinnuligir leiðarar- kann sigast, at hesir í flestu førum verða settir í starv av manni, sum aloftast fyrst og fremst er stjóri og ábyrgdarhavandi vegna fakligan dugnaskap , og verður tað ivaleyst hesin mannfólkahugburður til kvinnu sum arbeiðsmegi, sum ger av, hvør kvinna eru best egnað sum leiðari.
Ein av mununum millum kvinnu og mann sigst vera, at kvinnur eru meira praktisk ‘anlagdar’ og duga betur at skipa fyri, og haldi eg tað vera her, at menninir ynskja hjálpina, og her at flestu kvinnurnar útfylla síni pláss sum leiðarar á arbeiðsplássum.
Hitt økið, - eisini at vera klókur, kritiskur, reflekterandi, djúpthugsandi, øðrvísi hugsandi, intuitivur, menniskjakennari, umsorganarfullur o.a., sum eisini eyðkennir kvinnuna, og sum er torført at máta sum dygd ella kvalifikatión, hevur ikki serliga raðfesting sum leiðaraeginleiki, tí at menninir/stjórarnir her ikki eru á bylgjulongd við kvinnuna, ikki ynskja mótspælið frá kvinnuni ella heilt einfalt ikki gjøgnumskoða hesar dygdir, og tí ikki duga at meta um, í hvønn mun tær eru týdningarmiklar fyri arbeiðsplássið.
Á henda hátt haldi eg vit fáa ein skeivleika í bólkin ‘kvinnur við ávirkan’ – ella at tað eru kvinnur, sum møguliga líkjast og ‘innorðna’ seg monnunum, og starvast út frá tankagongdum, reglum, prinsippum, karmum v.m., sum menn hava stungið út í kortið.
Tí koma klóku kvinnurnar ‘til kort’, ella tær kvinnur sum vilja tað øðrvísi – hesar síggja ikki uppá tingini eins einfalt og menninir, - eru meira ‘nuanceraðar’ í tankagongd og trívast ikki í tøttum samstarvi við mannfólkahópin, tí kenslan av at kenna seg einsamalla, kenna seg ikki at sláa ígjøgnum, kenna seg ikki at hava virði o. l., ger arbeiðið innihaldsleyst, eins og tað brýtur niður á - og eldhugan hjá kvinnuni.
Man kann siga, at kyns-ymiskleikin skapar tankaligu breiddina innan arbeiðsøkini, men júst hesin sami ymiskleikin kann eisini verða sjálv forðanin ella fyritreytin fyri, í hvønn mun kvinnan hevur hug at luttaka sum kvinna í stórum undirtali í arbeiðsbólkum, leiðarabólkum, politiskum bólkum v.m., har arbeiðslandslagið í høvuðsheitum er bygt upp av monnum.
Tí hevur tað týdning, at kvinnurnar, sum veruliga ynskja at hava ávirkan og brenna fyri at gera mun á arbeiðsplássum og í samfelagnum sum heild, styrkja hvørja aðra, duga at ‘selja kvinnuboðskapin relaterað til arbeiðsøkið’ og lýsa, hvussu hesir eginleikar ‘supplera’ verandi dygdir, og onkursvegna sum bólkur, ‘slær ígjøgnum’.
Man kann kalla tað upplýsing! (So eisini Johan Dahl veit hvørjum hann skal leita eftir).
--
Sjálvsagt síggi eg her eina ávísa generalisering av kvinnu- og mannligu arbeiðseginleikunum, og tað eru altíð vandar í tí, men sum heild eru gjøgnumgangandi munir, og sum eg ikki haldi sæst aftur í okkara arbeiðsmentan. Kvinnur hava havt ávirkan í eina tíð, men eg síggi ikki stórvegis broytingar til tað betra, hvørki tá tað snýr seg um arbeiðsinnihald og fyriskipan – ikki heldur broytingar tillagaðar ynskiligum nútímans arbeiðs- og lívshátti.
Vónandi kunnu vit flyta kjak-fokus frá núverandi, um ‘hvør skal gera hvat heima’, um ‘raðfesting av familju og arbeiði’, um ‘kvinnusjálvskritikk’ v.m., til eisini at snúgva seg um hina forðanina…..
- at klóka kvinnan møguliga heldur seg aftur, tí hon ikki verður sædd og ikki fær møguleikan at mennast í mannliga arbeiðslandslagnum – og sum minniluti ikki hevur styrkina at sláa ígjøgnum.
Við vón um framburð!