Viðmerking til kjakið um fíggjarlógaruppskotið

Fíggjarlógaruppskotið varð framlagt mikudagin . Havi ikki enn havt stundir at seta meg inn í smálutirnar í uppskotinum, men fari við stórum áhuga at gera hetta næstu dagarnar.

Tó er longu ein ábending um, at uppskotið í fyrstu syftu peikar rætta vegin, við tað tilviskan um, at vit hava bólkar í samfelagnum, sum hava stóran tørv á hjálp. Ætlanir eru at útbyggja heilsuverk og byggja sambýlir v.m., og er hetta í tøkum tíma. M.a hava tey sálarsjúku so dyggiliga verið ein eftirbátur í okkara vælferðarsamfelag. Eldraøkið er somuleiðis eitt øki, ið hevur stóran tørv á raðfesting. Hetta síðst nevnda hava borgarafundir verið hildnir um og einstaklingar hava gjørt vart við hendan sera stóra trupulleika. Í hesu løtu lýða fleiri av okkara eldru borgarum svára neyð, við tað at teirra heilsustøða er farin at bila.

Vælferðarsamfelagið Føroyar
Hvat er eitt vælferðarsamfelag? At búgva í einum vælferðarsamfelag ljóðar sum ein framvíkjarættur. Hetta merkir, at vit umframt hava eitt gott livistøði, eisini verða loftaði um vit gerast sjúk og avlamin v.m. Vælferðarsamfelagið merkir í mínum hugaheimi eisini at tann hjálp og tilboð sum verða veitt, eru á høgum og virðiligum støðið. Her haltar Vælferðarsamfelagið Føroyar á fleiri økjum. Undirritaða hevur arbeiðsroyndir frá bæði heimatænastu og røktarheimi, og hevur við egnum eygum sæð, at tey tilboð, sum verða veitt eitt nú heimabúgvandi óhjálpnum fólki, eru av fíggjarligum ávum skrúðaði niður á eitt so lágt bluss, at hesi gomlu bert æna á vatnskorpuni. At betra um teirra lívsgóðsku tykist vera utopi í Vælferðarsamfelagnum Føroyar í dag!

Trivnarnevnd Løgtingsins
Lurtaði eftir kjakinum, sum var í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya mikudagin. Har hevði journalisturin sett formannium í Trivnaðarnevndini Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum stevnu. Tað fall mær fyri bróstið, at hoyra formannin í Trivnarnevnd Løgtingsins argumentera fyri, hví hann heldur vildi hava raðfest betong enn bleyt virðið. Hann segði millum annað ,at ein av grundgevingunum var, at raksturin var so stórur. Ja, samfelagið hevur eina stóra økonomiska byrðu av at fíggja eitt nú raksturin av eldraøkinum og til tey sálarsjúku, men byrðan blívur ikki minni av at spara og lora á økinum. Hvussu ætlar formaðurin annars at loysa henda trupulleika? Tað ber ikki til at venda blinda eyga til, gamaní orka hesir bólkar illa at blíva við at biðja um hjálp, men fyri okkum fakfólk á økinum er hetta ein kontantur gerandisdagur og vit vilja støðugt vísa á veruleikan Haldi tað er ræðandi at hoyra slíkar útmeldingar, men at hoyra tær frá sjálvum formanninum í Trivnaðarnevndini ger tað uppaftur meira ræðandi At enda vil eg spyrja, Hvat er uppgávan hjá Løgtingsins Trivnaranevnd?