Góði Jenis! Á Sandi tann 20/12-98
har tú vantaði eina útrætta hond, sum tekin um samanfallandi áhugamál á nógvum økjum.
Lat tað vera sagt beinanvegin - tað finnast uttan iva nógvir føroyingar sum høvdu verið nógv betri nevndarformenn enn eg, uttan mun til nevndina. Kortini er tað fallið mær í lut at røkja henda sess so frægt sum eg megni, innan teir politisku karmar, mær eru givnir av sitandi samgongu, og harvið onkursvegna av Føroya fólki.
Somuleiðis er eg ikki bangin fyri at viðganga at ódrúgvu royndir mínar sum politikari gera at eg enn kann ávirkast og flyta meg, eisini "rætta vegin", um
hátturin at søkja samarbeiði er virðiligur.
Annars eri eg av teirri áskoðan at persónstýdningurin hevur minni at siga í hesi søk.
Eg ynskti at tulka Miðflokkagreinina, sum nøkur væl meint og góð ráð til ein feskan politikara, frá einum við drúgvum royndum í vælvild har bæti býðist.
Trivnaðarnevndin hevði fýra drúgvar og upplýsandi fundir um málið, áðrenn partarnir tóku støðu í málinum um karensdagar og dagpening vegna sjúku.
Tá høvdu vit umrøtt og kannað viðurskiftini við karensdøgum aðrastaðni, og fingið útgreina tilfar frá landsins umsiting hesum viðvíkjandi.
Grundarlagið fyri útsøgnum tínum er eitt korters hjávera á fundunum. So er tað sagt!
Grundarlagið fyri støðutakanini hjá meirilutanum var og er tann fíggjarliga útreiðslan, uppá samanlagt u.l. 15 mió. kr. sambært tí tilfari sum nevndin hevði útvega sær, við tí skotbrái og orku ið var til taks.
Hetta er ein niðurstøða, politisk um tú vil, og er tað úrslitið tú er ónøgdur við, so sig tað, men gev mær og trivnaðarnevndini frið at arbeiða undir politiskari ábyrgd.
Skuldi tú aftur kent trongdina at lætt tær afturbeininum, so læt stráluna falla á tín egna lyktapela.
P.S. Karensdagarnir hava neyvan fingið sína endaliga politisku viðgerð.
Gleðilig Jól!
Páll á Reynatúgvu
Tjóðveldisflokkurin










