Hjalgrim Samuelsen
_________
Jan Müller, blaðstjóri, fer víða um í sínum aftursvari til lesarabræv mítt um lesaratøl frá Gallup.
Alt hetta skal eg ikki gera viðmerkingar til, tí Jan helst er skeivt upplýstur av fólkum sínum í hesum málinum, og skal eg tí endurtaka, at:
? kanningin, ið greinin hjá Sosialinum byggir á, varð ikki send út fyri góðari viku síðani, sum Jan greiðir frá í síni viðmerking, men fyri meiri enn trimum vikum síðani, tann 27 mai,
?kanningin fyri mai, sum Jan heldur vera so feska, at hann einki kann kenna til hana, varð send út av Gallup 9. juni, t.v.s. 9 dagar áðrenn greinin stóð í Sosialinum.
Mótálopið hjá Jan gevur tí ikki orsøk til at taka nakað aftur, ið stóð í lesarabrævi mínum.










