Fólk ringja um neyðugt til 1870 tá tey gerast sjúk uttan fyri vanliga arbeiðstíð hjá kommunulækna - tað er meginreglan. Her er talan um sjúku, sum skal hava røttu handfaring, viðgerð ella ráðgeving, fyri sum skjótast at fáa greiðu á støðuni og sum frægast at koma fyri seg aftur. Nógv av teimum sum ringja til Læknavaktina kunnu avgreiðast við telefonviðtalu. Er sjúkan ella støðan átrokandi og krevur skjóta handfaring, kunnu fólk eisini ringja 112, har tað verður vegleitt um, hvussu akutstøðan skal handfarast og tá serliga við atliti til skjótan fluttning til rætta læknaførleika. At fara beinleiðis á sjúkrahús eigur altíð at vera ein møguleiki, sum stendur fólki í boði, har støðan ikki tolir drál og er at sammeta við eitt 112 uppkall. Tað er ein uppgáva hjá øllum í heilsuverkinum at kunna og leiðbeina hesum viðvíkjandi, so skipanirnar verða nýttar rætt.
Sum tað framgongur av nevndu grein í Norðlýsinum, so er fyrsta kontaktin pápin at sjúka soninum hevur við heilsuverkið ein telefonsamrøða við Klaksvíkar Sjúkrahús á veg í bili til sjúkrahúsið. Teir verða biðnir um at koma inn á med. deild. Viðkomandi sjúklingur er tá undir ábyrgd hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Um Lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eftir meting síðani heldur at sjúklingurin ikki er komin til rætta stað, so eigur hann at visiterað sjúklingin viðari sum í hesum føri til Læknavaktina. Víðari visitering verður gjørt við at ein lækni ella sjukrarøktarfrøðingur ringir til Læknavaktina um sjúklingin og á tann hátt flytir sjúklingin yvir til læknavaktina, sum so yvirtekur. Á henda hátt umgongst at sjúklingurin kennir tað sum at verður burturvístur.
Eg vildi mett, at ein fyrsta kontakt til 1870 i hesum føri hevði verið í lagi, men at ringja 112 ella sum nú sjúklingurin gjørdi fór á Klaksvíkar Sjúkrahús beinleiðis, er eisini rætt. Pápin metti at støðan var akut hjá barninum, og tann metingin er galdandi, inntil fakliga kvalifiserað fólk(lækni/sjúkra-røktarfrøðingur) hevur mett nakað annað.
Sjúklingurin var fyrst móttikin og síðani hevði pápin fatan av at at hann var avvístur av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Pápin at sjúklinginum vendi sær so í telefon til læknavaktina sum í telefonviðtaluni kom fram til sanlíka diagnosa. Pápin fekk tilboð um at koma á læknavaktina við soninum, men møtti ikki. Fekk seinni eftir vaktarskiftið á Læknavaktini aftur telefonviðtalu við læknavaktina - sama diagnosa. Fekk fyriskipa viðgerð. Bleiv frískur. Støðan ongantíð fakliga mett sum hættislig. Læknavaktin hevur handlað fakliga rætt og givið eina nøktandi tænastu eftir øllum at døma.
Vil nýta høvið til at koma við nøkrum generellum viðmerkingum til samstarvi millum Læknavaktina og Klaksvíkar Sjúkrahús.
Fólk eiga at kunna venda sær beinleiðis til sjúkrahús, um tað er átrokandi neyðugt og er sambæruligt við lívshættisligar støðir. Læknavaktin forðar ikki fyri tí. Tíbetur bera fólk flest seg skjótt at tá ástendur sum í hesum føri í Klakssvík og fara beinleiðis inn á Klaksvíkar Sjúkrahús. Í allarflestu førum er støðan ikki so átrokandi. Er ivi, tá er sum sagt nærmasti møguleikin at ringja til læknavaktina, har royndir kommunulæknar svara og meta um. 1870 er ein stovnur, sum hjálpir fólki við at skilja millum nær tað er neyðugt við neyvari læknakanning og nær ikki, nær tað er neyðugt við ávísing til sjúkrahús og hvar.
Fólk í Klaksvík eru ivaleyst traditiónsbundin at sínum heimliga sjúkrahúsið og nýta mannagongdir, sum altíð hava verið í nýtslu. Nýggjar tíðir nýggjar mannagongdir. Leiðreglur eiga at vera gjørdar millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Læknavaktina, um hvussu Læknavaktin á fakligum støði skilabest kann gera nýtslu av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og innan hvørjar sjúklingabólkar og akutstøðir Klaksvíkar Sjúkrahús hevur førleika til at taka ímóti sjúklingum.