Partvís samdur, men yvirkapitaliseringin kundi bert gjøgnumførast, tí peningastovnarnir fíggjaðu hana.
Smb. lógini um vinnuligan fiskiskap kunnu veiðiloyvir ikki setast í veð.
Hetta hevur sjálvandi lagt eina avmarking á fíggingarmøguleikarnar við sølu/keyp av bátum við veiðiloyvum.
Í tínari tíð sum stjóri í Føroya Banka royndi tú sjálvur at leggja trýst á politiska myndugleikan um at loyva peningastovnunum at taka veð í veiðiloyvunum, á sama hátt, sum tit saman við Havbúnaðarfelagnum at enda fingu loyvi til at veðseta aliloyvini.
Reiðarafelagið gekk ímóti tilráðing tíni við tí grundgeving, at um veiðiloyvini kundu veðsetast, vildi søluprísurin á skipum við veiðiloyvum økjast munandi, sum sjálvandi vildi økt um talið á skipasølunum fyri ein hægri prís, tí fíggingarmøguleikar frá m.a. tínum banka vildu tá verið nógv betri.
Reiðarafelagið vildi tí ikki mæla myndugleikunum til at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap til at loyva veðseting av veiðuloyvum.
Um tú hevði fingið tín vilja tá, vildi føroyski skipaflotin verið nógv meira skuldarbundin enn hann er í dag.
Vit báðir hava fyri nøkrum árum síðani verið í hornatøkum um sama evni, og tú veitst væl, at tað eg sigi er rætt.