Jóannes Eidesgaard, formaður í javnarflokkinum, hevur í bløðunum hin 8. juli 2003 viðmerking um einskiljing av Føroya Fiskavirking. Notio Framtaksfelag P/F hevur ongar ætl-anir um at gera viðmerkingar til politisku metingarnar hjá Jóannesi Eidesgaard og hevur heldur ikki nakra meining um hesar, men hevur mett, at tørvur er á einstøkum faktuellum rættingum.
Lítil ivi man vera um, at Jóannes Eidesgaard sipar til Notio, tá tosað verður um keyparar av Føroya Fiskavirking og boð uppá DKK 140 mió.. Í sama viðfangi tosar hann um útlendskar keyparar herundir Eimskip. Eimskip er ikki partaeigari í Notio.
Lat tað standa heilt greitt, at Notio er eitt føroyskt Framtaksfelag, við føroyskum heimstaði, føroyskari nevnd og leiðslu. Harafturat er 64,11% av partapeninginum hjá felagnum føroyskur.
Tað skal eisini enn einaferð gerast greitt, at ætlanin hjá Notio var at keypa Føroya Fiskavirking og varveita felagið í verandi líki. Ætlanin var eisini at selja part av felagnum -- her verður sipað til part av partabrøvunum- aftur til áhugaðar føroyskar keyparar, og skráseta felagið á einum komandi føroyskum partabrævamarknaði.









