Hetta prógvar fyri mær, at man illa kann taka telefonina, tá ólukku journalistarnir ringja.
Heini tú ringdi meg upp, eg var staddur í Høvdarhaga. Sum eg segði við teg, so hoyrdi eg næstan einki av tí tú segði.
Eg harmist um, at tú kundi missbrúka hesa støðu so álvarsliga.
Tað, sum eg segði var, at løgmaður á samgongufundi legði fyri við hesum orðum; at Sandoyartunnilin var ikki við, tí tað var ikki ráð til hann. Har hevur samgongan svikið so dyggiliga.
Hvussu orðini fullu minnist eg ikki, men veitst tú nú hvat ella álvara tos, ein plakat av mær við hasum orðunum sum yvirskrift?! Har missbrúkti tú títt vald sum journalistur, og tað harmar meg. Men tað kann eg so einki gera við.
Men hvussu harmur og skuffaður eg var og eri um mína samgongu, klári eg hvørki at siga við orðum tíðans heldur festa á blað.
Men tað eru nógv í løgtinginum, sum eg havi stórt álit á og havi eg trúgv til, at samgongan heldur orð og tekur tunnilin við á fíggjarlóguna, sum staðfest er í samgonguskjalinum og seta tað til síðis sum ikki er.
Men eg komi at sita og eygleiða hvat fer at henda og hvat verður endaliga samtykt seinnapartin av desember mánaði, tá 3. viðgerð av fíggjarlógini er liðug.