Sjúrður Olsen, býráðslimur
Tú kallar Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri, fyri jólamann og sigur somuleiðis, at kommunulógin er greið, tá talan er um skattaprosentið, tí hetta prosent má hvørki vera størri ella minni enn tað, sum umsitingin av kommununi kostar komandi árið. Tí er tað beinleiðis lættisoppur at koma við uppskoti um kommunalum skattalætta, uttan at vísa á, hvar peningurin tá skal finnast.
Hevur tú hugsað um møguleikan at nýta minni av peningi og harvið kundi verði møguleiki fyri at skattaprosentið ikki var hækkað.
Tá tit keypa Degns hús fyri 5 milliónir krónur, og eina trøð yvir við strond fyri 6 milliónir, sum er eftir míni meinig ørskapur, so skilji eg, at skattaprosentið skal hækkast.
Lætt er at brúka, tá man ikki skal gjalda sjálvur.