Viðmerking til greinina: Ein risastór rokning til allar føroyingar

Tað var ikki einans blokkurin sum frysti í 2002. Fyri Helga Abrahamsen eru bæði tíðarrokning, visjónir og framtíðar møguleikar av hesi orsøk fullkomuliga blokk-eraðar

Tey gomlu høvdu sum høvuðsreglu at: ”Vit skuldu seta tering eftir nering”. ABC samgongan, sum Helgi er ein partur av, hevur havt buktina og báðar endarnar seinastu tvey valskeiðini, undantikið nakrar mánaðar við CHE. Upphæddin á blokkinum er støðug ca. 635 mió, og sambært núverandi samgonguskjali er ikki ætlanin at hækka hesa upphædd:

Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010.

Kári á Rógvi løgtingsmaður hevur roynt at fingið greiði á loyndarmálinum, hvussu omanfyri nevndi tekstur skuldi skiljast, og setti Jóannesi Eidesgaard landstýrismanni í fíggjarmálum tveir § 52A spurningar, nr. 18 og nr.23. Svarið tingmaðurin fekk, gjørdi ikki støðuna greiðari.

Av tí at fíggjarliga støðan er sum hon er, verður spurningurin um heildarveitingina eftirmettur. Eisini tí, at ávís ógreiða er um orðingina í samgonguskjalinum.

Helgi, kann tú greiða frá, hvussu nógv ríkisveitingin lækkar eftir hesum frymlinum og hví Sambandsflokkurin hevur undirritað eitt samgonguskjal um blokkniðurskurð, samstundis sum tú tekur frástøðu til avgerðir, ein meiriluti av Løgtinginum hevur samtykt fyri 7 árum síðani ?

Míni orð á tingsins røðarapalli vóru ein áheitan á samgonguna, at fíggjarligu byrðarnar vóru lagdar á breiðastu herðarnar(300-400 tús. og meira), tí í desember raktu øll trý spariuppskotini pensjónistarnar.

Skattalætti til hægru inntøkurnar, rentufrítt lán til ávísar kommunur, at landið sjálvt ber allan kostnaðin í ávísa íløgu á mentanarøkinum móti siðvenju, íløgur fyri milliardaupphædd í undirstøðukervið sum fíggjarliga niðurbindur samfelagið nógv ár framyvir, er ikki tekin um skilagóða stýring,

Avbjóðingin er stór, um vit fíggjarliga ikki skulu verða tikin av fótum. Ein tómur ólavsøkupakki rættar ikki samfelagsskútuna, her skulu aðrir bollar í suppuna.