Rúni Djurhuus
---------
Eg eri ein av eigarinum í náttklubbanum Rex í Havn.
Ígjøgnum fleiri ár havi eg verið partur av býar- og náttarlívinum, og sum árini ganga, meini eg, at sakførarin hjá politinum tekur fleiri og fleiri óskiljandi avgerðir.
Eitt nú bleiv eg uppringdur 25. desembur 2009 av politinum, sum segði frá, at vit ikki fingu loyvi til at hava opið leygarmorgun 26. desembur kl. 00.01, 2. jólakvøld. Orsøkin til, at vit ikki fingu loyvi til tess var, at sakførarin hjá politinum metti, at hesin dagur var sum 1. jóladagur.
Tað eg hugsi er, at tað einasta sakførarin hugsar um, er hvussu hann kann steðga tí, at fólk dansa og hugna sær.
Í dansiloyvinumum stendur, at tað er loyvt at dansa náttina frá fríggjadag til kl 03.45 leygarmorgun og náttina frá leygardag til sunnudag.
Tað er ikki loyvt at hava dans 1. jóladag, men 1. jóladagur er liðugur tá klokkan er 00.01 tann 26. desembur. Eg tosaði sjálvandi við ein advokat, og metti hann ikki at nakað skuldi forða fyri, at vit høvdu opið aftaná kl. 00.01.
Vit gjørdi sum álagt varð okkum, tí vit vilja hava hesi viðurskifti okkara í ordan.
Nú er bert tað allar stuttligasta eftir....
Leygarkvøldið 3. apríl 2010, páskaaftan hava vit loyvi at skeinkja sterkt, men vit hava ikki loyvi at hava dans. Júst hetta vita vit, og hava vit vitað øll tey seinastu árini. Seinastu árini hava vit tískil bert havt livandi tónleik, men ikki dans. Hetta merkir, at fólk hava sitið við borðini og fingið sær okkurt gott niðurum og lurtað eftir góðum tónleiki. Onkuntíð hevur tað verið soleiðis, at tey hava hoppað eitt sindur runt, men tey hava ikki fingið loyvi til at dansa og svinga sær á dansigólvinum. Hetta er blivin ein føst mannagongd, og fólk hava eisini flent at okkum, tí vit hava borð og stólar standandi á dansigólvinum, men soleiðis er lógin, og henni fylgja vit.
Á páskum í ár ringir politistøðin til mín. Teir vilja hava, at okkara tónleikarar, Kim Hansen, Jens Marni Hansen og aðrir, skulu av pallinum og ikki spæla livandi tónleik. Vit máttu gjarna hava tónleik gjøgum hátalarnar, men ikki livandi tónleik.
Teir siga, at hesin vælsignaði sakførari hjá teimum hevur funnið útav, at tað ikki er loyvt at hava livandi tónleik, men bert tónleik gjøgnum hátalarar. Hettar er tulkingin hjá teimum, eftir einari § frá lógini sum stavar frá 1923 sum eitur »forlystelser«. Teir meta tískil at livandi tónleikur er »forlystelser«, men ein cd er ok.
Tað stuttliga er so, at eg seti meg at googla á alnótini, nær hátalarir vóru uppfunnir. Ein dani við navninum Peter Laurids Jensen er maðurin handan uppfinningin, og var hetta í tí harrans ári 1915.
Fyrsta radiostøðin í Danmark kom 1. apríl 1925, tað sum í dag eitur Danmarks Radio.
So eingin skal billa mær inn, at tá ið handan lógin bleiv gjørd og gjøgnumhugsað, at tað bert skuldi spælast tónleikur gjøgnum eitt anlegg, og at tað ikki mátti verða livandi tónleikur.
Eg kann bara ímynda mær, at tað bara var livandi tónleikur og ikki gjøgnum eitt anlegg í 1923.
Eg kundi gott hugsað mær at fingið eitt svar frá hesum góða sakførara, hví soleiðis er. Eg havi roynt at hugsa fyri og ímóti, og er mín niðurstøða tann, at tað virkar sum um, at hann arbeiðir ímóti náttarlívinum heldur enn at arbeiða fyri tí.
Til seinast mín egna persónliga meining.
Eg haldi, at tað skuldi verið greiðar linjur, tá tað kemur til spurningin um tað skal verða opið ella ikki. Fyri mína skyld kann tað gott verða bannað at hava opið á jólum og á páskum, men so skal tað eisini verða eins fyri øll, og ikki bara galdandi fyri REX.