Petur Jacobsen
Rás 2
???
Vísandi til úttalilsi frá Bjørn Juell Sundbye frá Gramex í Sosialinum um ymisku prísirnar kunnu vit spyrja okkum sjálvi um tað nú er so gott fyri føroyskt tónleikalív at Gramex krevur so stórt gjald frá føroysku útvarpsrásunum.
USA, Australia og fleiri onnur lond í heiminum loyva ikki Gramex at krevja tónleikagjald frá útvarpsrásum av teirra útgávum, tað vil siga at tað kostar onki hjá okkum at spæla henda tónleik. Skulu vit hinvegin spæla føroyskan ella norðurlendskan tónleik skulu vit gjalda næstan kr. 2,- pr. minutt til Gramex.
Tað endaliga gjaldið hjá útvarpsrásunum til Gramex er sett eftir, hvussu nógvur tónleikur sum ikki er frá USA/AUS verður spældur.
Hvat halda tit útvarpsrásirnar í Føroyum; Rás 2, Lindin og Útvarp Føroya helst velja???? Ja, sjálvandi, og tað gevur so aftur minni til føroyska tónleikalívið, bæðið frá Gramex og sanniliga eisini frá Koda sum útbetalir eftir sama rapporteringslykli frá rásunum.
Amerikanarar o.a. hava fyri langari tíð síðani sæð hesa foringina í marknaðarføringini av teirra tónleiki. Ein fløguútgáva hjá t.d. Teitur Lassen, útgivin av einum amerikanskum felag er Gramexfrí hjá okkum at spæla.
Prísurin í danska ríkinum - sum helst er hægstur í verðini - eigur sjálvandi at verða eins fyri allar rásir av sama slag og stødd, alt annað er diskriminering. Tað sum Bjørn Juell Sundbye frá Gramex vísir á, er reingjan av sannleikanum.
At tað eru ymiskir prísir galdandi vita vit av, tað eru almennar rásir, handilsligar rásir og ikki handilsligar rásir, Rás 2 er ein handilslig rás við upp til 50.000 íbúgvar og er taksturin fyri tær kr. 0,46 kr. pr. minutt at vit gjalda 400% er heilt burturvið. Gramex er enn ikki komin fram við nakrari frágreiðing um prísmunin. Tað rættvísgerð ikki prísmunin at hann er fleiri ára gamal, tvørtur ímótið, hann skal rættast beinanvegin.
At áleggja okkum at gjalda tað sama sum Útvarp Føroya er púra burtur við, so skulu tær landsdekkandi privatu handilsligu útvarpsrásirnar í Danmark so sum Sky Radio gjalda tað sama sum DR, kanska einar 70-80 mill.kr. um árið, Tá hevði bert tann eina rásin verið í danmark og tað er almenna DR.
At siga at ein avtala er gjørd um prísin við Rás 2 er eisini lygn, vit eru ongantíð, hóast fleiri áheitanir frá okkum, sloppin framat samráðingarborðinum við Gramex, okkum varð upplýst at hetta er prísurin vit skuldu gjalda, her er ongin samráðing.
Spurningurin er enn: Hví er prísmunurin 400% á Rás 2 og einari líknandi rás í Danmark?
Vónandi kemur svarið skjótt.
At víst verður á at kr. 234.000,- frá Gramex komu aftur til Føroya í 2004?
Ja! Helst hevði tað glett okkara tónleikarar at vita hvør fær pengarnar, kanska Gissur Pætursson og Kristian Blak kenna svarið.