Er alment bíligari?
Ein sannroynd, ið bæði Jóannes Eidesgaard og John Johannesen leypa so lætt um er, at har hevur sanniliga verið privat kapping við almennu flutningsfeløg okkara, og harvið stavandi lægri ferðakostnaði fyri einstaka borgaran. At hesi feløg síðani blivu kroyst út av marknaðinum aftur, við at dumpa ferðakostnaðin við fylgjandi endurgjaldið úr almennum kassum, er eisini ein sannroynd, ið hesir harrar tykjast vilja tiga burtur. Hvussu ávirkaði hesin sigur til almennu feløgini ferðaumstøður okkara? At einstaki borgarin nú aftur noyðist at gjalda munandi meira enn neyðugt fyri at ferðast til ella frá landið okkara.
Harra John Johannesen kann sanniliga ikki hava eitt serstakliga gott minni.
John, hevur tú longu gloymt eitt felag ið kallaðist "Faroe Jet"?
Hesar eldsálir vildu gera eina roynd at kappast við kostnaðarmiklum flogførum og dýrum brennievni upp á eitt fólkagrundarlag á 50 túsund fólk. Hvat fingu tey burturúr? Tey gjørdu ymsar feilir, men tey blivu kroyst út aftur við almennum peningi, júst tí, at fólk, ið hugsa eins og tit, ikki vildu unna teimum at vinna sær nakrar krónur til eitt privat felag - heldur enn eitt alment felag.
Alment monopol tænur ikki borgaranum
Eg ivist onga løtu í, at um hesir harrarnir, John Johannesen, Jóannes Eidesgaard og eftirkomari hansara í formannsessi javnaðarflokksins framhaldandi koma at ráða fyri borgum, so koma vit at síggja somu hugsjón við hesum ferðaleiðum, ið harra John Johannesen nú mælir til við báðum undirsjóvartunlum okkara. Nevniliga, at brúka hesar til at fáa sum mest av peningi tvungnan burturúr vanliga borgaranum, afturat vanligu skatta- og avgjaldshækkanunum teir allir latast mæla til. Fara hesir harrar at gera liviumstøður okkara betri við sínum sjónarmiðum? Eftir mínum metum, so nei. Teir koma at verða tvungnir at stramma takið um kvørkrar okkara meir og meira so hvørt sum teimum manglar meira pening til javnaðarhugsjónir teirra.
Harra Jóannes og John, tykkara hugsjón at eitt privat felag bert fer at dýrka ferðaútreiðslur borgarans er skeiv. Eitt privat felag, ið fremur verk sítt, eins og Atlantsflog higartil hevur gjørt, fer skjótt at uppliva onnur feløg kroysta seg inn á marknaðarpart teirra, eins og Faroe Jet royndi og sum Atlantsflog var stovna at gera á sinni. Júst tí, at hesi privatu feløg ikki hava ein landskassa til at fíggja hall sítt við, so hava tey bert tvinnar kostir í at velja, lækka prísir sínar til kappingarført støði ella avtaka felagið. Tvíhalda tey um eitt ov høgt kostnaðarstøði, sjálvt við monopolstøðu, so fara viðskiftafólk teirra at aftrast við at nýta tey, og so fara tey við tíðini á heysin. Loysnin tit mæla til er, at lóggeva viðskiftafólk teirra til at gjalda kostnaðin hjá felagnum allíkaval - eisini um tey velja annan veitara. Er tað møguliga rættvíst fyri borgaran eftir tykkara hugsan?
Privat vilja fegin reka ferðaleiðir út í heim
Tað ið eg síggi sum ein álvarsligur trupulleiki og vansa fyri vanliga borgaran, tá landi fer at reka alt við almennum feløgum, er júst, at hesi ongantíð koma at verða líka vælvirkandi og rationelt rikin sum tey høvdu verið á privatum grundarlagið. Hesi koma altíð at gerast væl dýrari og minni effektiv enn neyðugt, júst tí at flest allar almennar leiðslur sita við vitanini, at um alt gongur galið, ja so kemur landskassin og rindar gildi.
Eg veit um onnur reiðarí, ið vóru til reiðar at stovna tilsvarandi ferðaleið um Smyril Line fór av knóranum. Eitt teirra var enntá komi somikið ávegis, at tað stóð klárt at seta undirskrift sína á tey neyðugu pappírini fyri at seta annað ferðamannaskip (ið lá til reiðar uttanlands) í farleið millum Føroyar og umheimin, um løgtingslimir okkara høvdu nokta leiðsluni í Smyril Line peningin, tá hesir bóðu um hann. Hví framdu hesi ikki verkætlan sína? Tí eingin vil seta lívsverk sítt í váða, tá kappingarneytin áhaldandi kann renna í almennan kassan hvørja ferð teimum tørvar pening. Takka verið tykkara mótvilja til vanligu vinnurekandi Føroyar, so noyðast vit øll nú framhaldandi at gjalda okursprísir fyri at ferðast uttanlands umframt eyka skattabyrðar bert fyri at fíggja kleyvarskap í ovastu leiðslunum í ymsum almennum partafeløgum.
Stóri trupulleiki okkara er, at føroyingar eru alt ov konservativir og líkasælir tá tað kemur til tænastu og prísir. Vit eru alt ov tung til at gera bart, um okkum ikki dámar tænastustøði ella prísirnar, ið okkum verður álagt at gjalda.
At gera Atlantsflog og Smyril Line til líknandi flutningstænastur sum Strandferðsluna, hevði møguliga havt sínar positivu síður fyri samfelagið í eina tíð. Men eg ivist onga løtu í, at so skjótt sum fólk sum John Johannesen og ideologisku felagar hansara høvdu eygna ein eyka inntøkumøguleika til landskassan, so høvdu teir byrja at snara prísskrúvuni støðugt upp eftir, so vit øll skjótt komu at gjalda fleirfalt tað, ið ferðin veruliga eigur at kosta, uttan møguleika fyri at velja annan veitara. Eg havi so ikki álit á, at teir koma at halda hesi príslyftir til borgaran. Tað misálitið kom eisini til sjóndar, tá John Johannesen kom við ætlanini um at varðveita bummgjøldini á verandi undirsjóvartunnlar okkara - í beinleiðis stríð við politiska avtalu og táverandi lyftir, eisini frá egna flokki hansara.