Viðmerking til grein hjá Finnboga Midjord

- Møguleikarnir eru fleiri. Tað er bara at koma í gongd, sigur Heri Petersen, grindaformaður.

 

Eg dugi onga orsøk at síggja til, hví sýslumenn skulu ganga og stúra, til grindaboð verða aftur. Tað eru aðrir møguleikar, so sleppast kann undan stórum fólkamongdum.

Ein av hesum er at lata alt fara til heimapartar. Her sleppa vit undan, at fólk møta í stórum tali at taka ímóti seðlum og at skera upp.

Hesari uppgávuni tekur kommunan sær av og hevur góðan møguleika at skipa arbeiði, soleiðis at smittuvandi er lítil og eingin.

Og skuldi tað viljað illa til, so er lætt at uppspora.

Ein annar møguleiki kundi verið í samband við drápspartar, at seðlarnir verða skannaðir inn og lagdir út á netið. So kunnu fólk sjálvi fylgja við og síggja, hvønn hval tey hoyra til.

Møguleikarnir eru fleiri. Tað er bara at koma í gongd. Alt er møguligt, um viljin er til staðar.

 

Blíðar heilsanir

Heri Petersen, grindaformaður í Skálabotni