Viðmerking til grein í Dimmalætting

29/11-2000 undir yvirskriftini ?Sigursharrin gjørdist stóri taparin?.

Í samrøðu við blaðið ilskast Johannes Klein inná mátan Javnaðarflokkurin førdi valstríð uppá til komunuvalið í Miðvági og sigur, at vit hava ført eitt ágangandi valstríð ímóti honum persónliga, hesum nokti eg at trúgva, tí javnaðarfólk brúka ikki tey skitnu vápnini, ið javnan verða brúkt ímóti okkum.

Tað var ikki Føroya Javnaðarflokkurin, men fólk í Vága Javnaðarfelag, búsitandi í Miðvági, ið stillaðu upp ein Javnaðarlista til kommunuvalið.

Valstríð var ikki nógv av, tað var ein grein í bløðunum frá tveimum av valevnunum á lista A. Frá lista C Javnaðarlistanum var ein faldari borðin í hvørt hús í Miðvági sunnukvøldið fyri valið, har sagt var frá, hví tað bleiv stillað upp politiskt, og hvat fólkini á hesum lista fóru at arbeiða fyri tey komandi 4 árðini, um tey fingu umboð og ávirkan í komandi Bygdaráð.

Sjálvan valdagin hevði listi C plakatir við myndum av valevnunum og áheitan á veljaran um at velja listan.

Faldarin var skrivaður av valevnunum á lista C í samráð við javnaðarfólk í Miðvági, myndirnar til plakatirnar og faldaran vóru eisini tiknar av einum javnaðarmanni í Miðvági, við undantak av forsíðumyndini, ið er lánt frá einari internet heimasíðu hjá einum tyrlupiloti, við loyvið frá viðkomandi. Sjálv uppseting varð eisini gjørd av javnaðarfólkið í Miðvági; men prentingin fór fram á einari privat fyritøku í Havn, og ikki av Føroya Javnaðarflokki.

Tá Johannes sigur at ? Sosialistarnir fingu diggan stuðul úr Havn ? er hetta beinleiðis lygn. Nei Johannes sosialistarnir í Miðvági tørva ikki hjálp uttanifrá fyri at føra valstríð.

Hettar at javnaðarfólk í Miðvági, sum tey firstu vesturi í Vágum, tordu at stilla upp politiskt til eitt bygdarásval eri eg stoltur av, og eri eg sera væl nøgdur við valið, ið gav okkum 126 stemmir. Hetta svarar til sløk 25% og tvey fólk í nývalda bygdaráðið.

Persónliga vil eg takka øllum, ið valdu Javnaðarlistan lista C.

Við nývalda Bygdaráðsformanninum yvist eg ikki í, at tað verður møguligt hjá øllum bygdaráðslimum at arbeiða saman, bygdini og borgarunum at frama.



Miðvágur 29/11-2000


Við Javnaðarkvøðu


Thomas Hans Gaardlykke