Viðmerking til Grækaris D. Magnussen

Bert nakrar reglur til tín, Grækaris, um tað sum tú svarar mær aftur, men eg leggi ikki í svar aftur í bløðunum, tað skal vera á øðrum stað.

 

Sjálvandi roynir tú at klóra út yvir lortin hjá tær, men tað nyttar einki. Hetta er ikki misskilt, tí sum tú sjálvur skrivar, so búði Jákup á Oyri og ikki í øllum Føroyum, so húsið kann ikki vera langt vekk, sum hann vanliga gekk inn í. So forsvarar tú teg við, at tað var tá Severin var uml. 12?14 ára gamal ? frá 1928 til 1930 ? men tað er ikki nokk, tí tú skrivar, at í dag stendur tað honum púra greitt, so har er einki misskilt.

Set teg niður og hugsa teg væl um ta óbótagerð, tú hevur gjørt, og um skommina.