Johan Dahl, løgtingsmaður
Tað kann ikki verða nøkur nýggjheit fyri m. a. fyribils setta stjóran á SSL, at stórur munur er í viðgerð av alment settum starvsfólkum og privat settum starvsfólkum – tað haldi eg, alt Føroya fólk sum lesur bløðini og hoyrir og sær Kringvarp gjøgnum árini hava ásannað.
Fyribils setti SSL stjórin sigur í grein í Sosialinum og Dimmu. (sitat): “tinglimur sunnarlaga úr landinum, so seint sum í gjár á Tingsins røðarapalli - gjørt gjøldur burtur úr, at starvsfólkini fingu tilboð um sonevnda kreppuhjálp”.
Tað var undirritaði, sum á tingsins røðarapalli tosaði um, m. a. hvussu ymiskt privat og alment sett starvsfólk vóru viðgjørd og tók sum dømi kreppuhjálpstilboðið og fjølmiðlaviðgerðina av SSL starvsfólkunum í mun til privat í somu støðu.
Tað er ongin tillátursgerð, niðurgerð ella skaðafrøði av nøkrum alment settum, - kundi ikki fallið mær inn, - men ein staðfesting av fakta, hvussu ymiskt er í viðgerð av fólkið sett alment í mun til privat.
Mær vitandi er ongin uppsagdur á SSL. Tey sum eru farin hava sjálvi sagt seg úr starvið, so hví kreppuhjálp?? Hinvegin so vildi eg mett, at tað neyvan kann verða trupult hjá dugnaligu starvsfólkunum á SSL, um tey ikki vilja til Suðuroyar við stovninum, tá hann verður fluttur, at finna sær arbeiðið í nærumhvørvinum, tí tilboðini upp á arbeiði skorta neyvan.
Tey sum verða verandi í starvi skulu vera hjartaliga vælkomin við stovninum til Suðuroyar.
Munurin í smb. við uppsøgnir stórur:
Tað er nærum ógjørligt at siga alment sett úr starvi - har skulu partarnir hoyrast og svara í fleiri umførum, áðrenn endalig uppsøgn kann fara fram.
Tann privat setti hinvegin fær fráboðan um uppsøgn, og so er tað yvirstaðið - hygg t. d. eftir arbeiðsfólki á skipum og í fiskavirkingsvinnuni.
Fjølmiðlaviðgerðin av hesum báðum bólkum sum nátt og dagur
Jú – tey alment settu, tað verið seg um tað er 1 , 5 ,10 ella fleiri, verða viðgjørd í vikuvís í fjølmiðlunum, sum um tað er tann heilt stóra katastrofan sum er hend, at hesi eru uppsøgd.
Sjómaðurin, fiskavirkingsfólkið og arbeiðsmaðurin hinvegin ,- har tað er dagligur kostur at verða uppsagdir og finna sær annað starv verða stórt sæð ikki nevnd.
120 fólk eru uppsøgd t. d. av Navigator - hvussu stórur fjølmiðladekningur hevur verið har??
120 fólk vóru send til hús í sunnaru helvt av Suðuroy í 2003 – hvussu stórur var fjølmiðladekningurin tá? og t. d. í 1992, tá sunnara helvt bleiv jarðløgd?
Millum nakað og einki.
Er tað ikki altíð óheppið, at fólk verða søgd úr starvi?
Fólk verða sum nevnt dagliga søgd upp á skipum og flakavirkjum – nýggjheits- fjølmiðlavirðið í hesum er als ikki so áhugavert fyri journalistin sum tey alment settu.
Hetta er ikki nakað sum serstakliga tingmaður/tingmenn dyrka - men tað kann neyvan verða nakað galið í at vísa á hvussu stórur munurin veruliga er.
At verja sítt arbeiðsøkið og síni starvsfólk er í lagi, men fyribilssetti SSL stjórin, haldi eg, er í so pirkin í smb. við mína viðmerking um munin á alment og privat settum starvsfólkið.
Vágur 13.04.2007